Sportvognurin Beira kann koyra bæði upp á bensin, gass og ethanol. Beira er navnið á einum nýggjum enskum sportvogni, sum herfyri varð frumsýndur á framsýningini London Motorexpo. Tað er fyritøkan Riche Holdings í Hongkong, sum stjórnar Breckland verksmiðjuni í Norfolk í Onglandi, sum framleiðir hendan nýggja bilin.
Beira er bygdur yvir ein amerikanskan General Motors plattform, sum eisini verður nýttur til Chevrolet Corvette og Pontiac GTO.
Motorurin er ein 6.0 litra V8-motorur við 400 hk. Toppferðin er 250 kilometrar um tíman, og Beira, sum koyrir frá 0-100 upp á 5 sekund, kann koyra upp á bæði bensin, gass og ethanol.
Framleiðslan av Beira byrjaði síðst í 2008.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum