Nýggjur Euro-sáttmáli loyvir størri halli, men skal seta ferð á búskapin

Euro-sáttmálin er ein avtala gjørd millum lond í ES. Londini, sum luttaka í Euro-samarbeiðinum, gjørdu henda sáttmála í 1999, tá henda nýggja "felags-krónan" bleiv innførd

Sáttmálin skuldi tryggja stabilitet og vøkstur í Euro-økinum. Grundreglurnar vóru hesar
?Londini máttu í mesta lagi hava eitt hall í landshúsarhaldinum uppá 3% av BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuni
?Skuldin hjá statunum máttu ikki fara upp um 60% av BTÚ

Bæði tey stóru londini Týskland og Frankaríki hava í nøkur ár havt trupulleikar við at yvirhalda tað fyrsta punktið um hall á landshúsarhaldinum ella fíggjarlógini. Týskland hevur verið í tí serligu støðuni, at teir hava brúkt nógvar pengar uppá "sameiningina" av landinum, ella uppá yvirtøkuna av tí fyrr-verandi sosialistiska DDR. Henda prosessin hevur nú tikið 15 ár, men enn er støðan sera ójøvn millum gomlu og nýggju "Länder" í Týsklandi. Teir hava brúkt einar 600 milliardir um árið uppá hetta tiltakið, men enn er td. arbeiðsloysið eini 20% í DDR-partinum, meðan tað er 10% í Týsklandi sum heild. Samstundis er búskaparligi vøksturin í landinum lágur.
Týskland hevur havt serligar útreiðslur
Tí heldur týska stjórnin, at Euro-sáttmálin ikki tekur fyrivarni fyri, at teir hava havt "serligar" útreiðslur, og tí mugu sleppa ? í eina tíð ? at eitt størri hall á landahúsarhaldinum enn tey 3 %, sum Euro-sáttmálin ásetur. Sleppa teir at arbeiða við einum størri halli, hevði verið møguligt at sett ferð á búskapin aftur. Tað hevði ikki bert verið til gagns fyri Týskland, men fyri alt Europa, tí týski búskapurin er so stórur og týdningarmikil í hesum sambandi.
Í seinastu viku vóru fíggjarráharrarnir í ES saman og tingaðust um broytingar og tillagingar. Teir samdust millum annað um, at bloyta upprunaliga sáttmálan:
?Um hallið á landshúsarhaldinum gerst størri enn nevndu 3%, so skal EU-kommissiónin í síni vurdering av tiltøkum eisini hugsa um møguligan lágkonjunktur í londunum, og um londini hava havt serligar útreiðslur. Týskland hevur, sum nevnt havt serligar útreiðslur í samband við sameiningina. Frankaríki hevur havt stórar útreiðslur av friðarvarðveitandi tiltøkum í fleiri afrikanskum londum.
?Haraftrat verður tíðarfreistin hjá londum, sum eru í trupulleikum, at koma uppá rættkjøl aftur meira lagalig. Onkur kallar hetta eina gummiparagraf, so at Gerhard Schröder og Jacques Chirac ikki skulu tátta so mikið í fíggjarliga, at teir kanska fara at tapa komandi valini um eitt og tvey ár av hesum.
Ymsar meiningar um úrslitið, gott ella skitt?
Danska blaðið Politiken sigur í oddagrein 22-3-05, at hetta var ein góð loysn. "Økonomisk afmatning blandt de store fører til stilstand blandt de små. Netop derfor giver det god politisk mening at tage hensyn til de største lande ? særligt når det er til mindst lige så stor gavn for de mindste lande." Í Berlingske Tidende sama dag sigur professari í økonomi Niels Thygesen, sum luttók í forarbeiðinum at gera grundarlagi fyri euruna, at sáttmálabroytingin er eitt stórt vónbrot. Hann heldur at hetta førir í óføri. "Jeg vil ikke prøve at camuflere det ved at sige, at det var et godt kompromis. Det synes jeg slet ikke, det var". Meira um hesa nýggju støðu seinni.
Euro viknaði, og dollar tók seg fram í seinastu viku
Sum kurvumyndin vísir, so styrknaði dollarin nógv upp til páskadagarnar. Og Euro fall. Kanska hevur broytingin í euro-grundarlagnum havt eina ávirkan. Men heldur eru tað positiv tøl úr USA um búskap, arbeiðsloysi og framvegis stórur innfloymur av kapitali, sum setir síni spor. Hinvegin eru tey bæði "twin deficits" í USA, sum eru
?stóra hallið á handilsjavnanum, og
?lutfallliga líka stóra hall-ið á landshúsarhaldinum,
enn høvuðsproblemini upp á longri sikt. Men tað vísir seg, at búskapurin gongur gott, og vøksturin er nógv størri enn í Europa. Haraftrat er landið ført fyri at draga kapital til sín, so tað fyrra nevnda hallið kann fíggjast. Tá tølini í seinastu viku blivu kunngjørd, vísti tað seg, at innfloymandi kapitalurin setti met, og 92 milliardir $ komu í kassan. Hetta er tað mesta síðan mai 2003 og tað næststørsta nakrantíð. Í december var tað 61 milliardir $.