Nýggjur fótbóltsvøllur á Jørundsgøtu í Klaksvík

Í dag varð nýggi fótbóltsvøllurin á Jørundsgøtu í Klaksvík alment tikin í nýtslu.

Í eina tíð hevur vøllurin í Jørundsgøtu, sum millum børnini annars hevur verið hjartað í økinum gjøgnum ættarlið, verið stongdur fyri bóltspæli. Nú er vøllurin tikin í nýtslu aftur. Nógv fólk var komið saman, og kommunan bjóðaði kakao og bollar.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sparkaði fyrsta bóltin á nýggja vøllinum, og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, bar fram røðu.

Myndirnar eru frá Klaksvíkar kommunu.

##med2##

##med3##