Nýggjur formaður

Lerwick: Altjóða Oyggjaleikanevndini  IGA  hevði aðalfund í Lerwick týsdagin, og millum annað var nevndarval á skránni.
Formaðurin, sviin Bo Frykenstam, legði frá sær, og hann var samstundis valdur til heiðurslim í nevndini fyri lívið. Hann hevur sitið í nevndini í nógv ár og hevur verið formaður síðani 2001.
Nýggjur formaðurin er av Isle of Man, og hann eitur Brian Partington. Hann hevur verið varafomaður í nevndini til nú.
Hini fólkini í nevndini hjá IGA eru: Jørgen Pettersen (Áland), Eric Legg (Guernsey), James Johnston (Hetland) og Donna Jones (Ynes Mon).