Nýggjur formaður í HB

HB hevur í kvøld havt árliga aðalfundin, har onkrar broyttingar eru farnar fram í nevndini – og nýggjur formaður er valdur.

Formaðurin seinasta árið, Tormóður Stórá, ynskti ikki at halda fram í nevndini.

Ynski var um at víðka nevndina til sjey limir, umframt tveir varalimir.

Nevndin skeyt upp at Lars Müller og Ingi Rasmussen blivu valdir í nevnd, og hetta varð einmalt samtykt.

Nýggir varalimir eru Gunnar Mohr og Rúni Mohr.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og nýggjur formaður er Páll Mohr Joensen. Varaformaður er Lars Müller.

– HB vil takka fráfarandi formanni fyri sítt arbeiði fyri HB, bæði sum formaður og sum nevndalimur seinastu sjey árini og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar Havnar Bóltfelag.