Nýggjur formaður í Ráfiskakeyparafelagnum

Tíðindaskriv

Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur havt aðalfund, har øll nevndin var afturvald. Eftir fundin skipaði nevndin seg við Egil Olsen sum nýggjum formanni.
Føroya Ráfiskakeyparafelag hevði aðalfund fríggjadagin 28. mai í Vinnuhúsinum.
Í farna ári hevur felagið verið myndað av nevnd við Páll Gregersen sum formanni, Meinhard Jacobsen, sum næstformanni og nevndarlimunum Petur H. Mohr, Egil Olsen og Egil Johansen.
Á aðalfundinum var nevndin afturvald, og eftir fundin skipaði nevndin seg við Egil Olsen sum nýggjum formanni, meðan Meinhard Jacobsen heldur á fram sum næstformaður.
Á fundinum var staðfest at støðan hjá virkjunum er vánalig. Orsøkin er fyrst og fremst øktar útreiðslur hjá virkjunum orsakað av stóra lønarvøkstrinum seinastu árini.
Á fundinum var einaferð enn staðfest, at nevndin hevur fullan stuðul frá limunum at skipa eina nýggja uppboðssølu. Virkini síggja hetta sum eina loysn, sum kann loysa partar av óskipaðu viðurskiftinum rundan um keyp og sølu, og herundir tryggja at føroysk virki fáa veruligan møguleika at bjóða upp á allan føroyska fiskin.