Kanst tú líta á Danmark?
Danska Dagblaðið Jyllands Posten setir mánadagin 7. desember spurningin. Og aftur eru Føroyar í sentrum, tá danska trúvirði skal vigast á søguligu vektini.
Nú er tað ikki bankamál men hernaðarmál frá Kalda Krígnum, ið spøkja. Og niðurstøðan er greið, hóast endaligu prógvini ikki koma fyrr enn til várs: USA hevði dúgligt hernaðarligt virksemi í Føroyum undir Kalda Krígnum. Hetta hendi, hóast ein løgtingssamtykt frá 1940 staðfesti(r), at Føroyar eru uttan fyri allar hernaðarligar alliansir.
Skjøl vísa, skrivar Jyllands Posten, at Danmark og USA longu tíðliga í 60?unum komu ásamt um at seta upp eina amerikanska radarstøð í Føroyum, og skuldi hon setast upp í sambandi við NATO-støðina í Mjørkadali. Og boðini til føroyingar skuldu vera, at hetta var ein rein NATO-støð, og her lá samstundis lygnin, tí talan var um eina amerikanska støð ? og onki annað.
Løgtingssamtykt
19. apríl 1996 samtykti Føroya Løgting, at hetta málið skuldi kannast til botns. Hetta hendi eftir stórar avdúkingar av amerikanskum virksemi í Grønlandi undir Kalda Krígnum. Og nú skuldu føroyingar eisini hava sannleikan at vita um kublar, antennur, serstakliga væl útgjørd sjóverjuskip og teirra veruliga endamál.
Talan verður um tíðarskeiðið 1945-67, ið verður kannað. Orsøkin til, at ikki er møguligt at kannað longur fram í tíðina er amerikanska lógin um skjalainnlit. Skjøl, ið eru undir 30 ára gomul verða framvegis mett at kunna ganga út yvir amerikanska trygdarpolitikkin.
Tað eru Jákup Thorsteinsson, doktor phil, Jóan Pauli Joensen, doktari í Bergen, Sámal Tróndur Johansen, søgufrøðingur, Jóannes Dalsgaard, doktari í søgu, og Rúni Joensen , formaður í bólkinum, sum hava arbeitt við at geva løgtinginum og Føroya fólki svar upp á áðurnevndu spurningar.
Frágreiðing til várs
Søgubólkurin er komin væl ávegis við arbeiðnum, hóast tað hevur tikið drúgva tíð at fáa skjalainnlit í alt.
? Men nú hava vit so fingið loyvi at fáa innlit í skjøl frá Mjørkadali, Færøernes Kommando og nøkur skjøl úr uttanríkisráðnum, ið vit ikki hava fingið hendur á higartil, sigur Jóannes Dalsgaard. Hann roknar við, at søgubólkurin kemur við frágreiðing í vár.
Hann vil kortini ikki siga nakað um, hvat innihaldið verður. Hann vísir bara til, at longu tíðliga í 80?unum var skrivað í hernaðarkritiska tíðarritinum ?Forsvar? um júst hetta mál. Og har var víst á, at amerikanarar høvdu hernaðarligt virksemi í Føroyum. Hóast greiðu ábendingarnar vil Jóannes Dalsgaard ikki siga nakað um, hvat slag av niðurstøðu bólkurin fer at koma til. Tagnaðarskylda er partur av arbeiðssetninginum hjá søgubólkinum.
Men eru tit komnir frá á nøkur skjøl, ið kunnu koma óvart á ein doktara í søgu?
? Ja, tað vil eg siga. Lat meg siga tað soleiðis, at talan er um áhugavert tilfar, ið vil kasta ljós yvir málið.