Nú kunnu føroyingar eisini ómakaleyst keypa barnaklæðir frá føroyskum internethandli. Í gjár fór nýggi internethandilin Einglabassin at virka, og har er nú gjørligt at keypa dygdargóð barnaklæðir til eitthvørt høvi.
- Orsøkin til at eg valdi at lata ein internethandil upp í staðin fyri ein vanligan handil er, at eg haldi ein internethandil av hesum slag hevur mangla. Fólk í dag hava sovornan skund á sær, og eg havi sjálv fýra børn, og kenni tískil til ta sjoranina tað er at fara út í handlar við børnum, og eg dámi sjálv betri at seta meg við telduna um kvøldið og hyggja inn á ymiskar handlar. Harafturat er tað rættiliga takksamt at bestilla á internetinum, og so kemur tað beint til hurðina, sigur Annika Juul, sum er stovnsetari av nýggja internethandlinum.
Í Danmark eru fleiri hundratals internethandlar, og tað vísir seg at tað bara vindur meira uppá seg.
Dygd og merki
Í nýggja handlinum verður gjørligt at keypa átta ymisk, rímuliga kend merki av klæðum.
- Hesi átta sløgini eru sera ymisk, men felags fyri tey er, at tað eru vøkur ella smørt klæði, sum samstundis eru av sera høgum kvaliteti, og mótvegis klæðum, sum tú keypir bíliga í stóru handlunum, so eru hesi slitsterk og kunnu ganga arv í arv, greiðir Annika Juul frá.
Merkini eru øll donsk, og Annika Juul sigur seg hava lagt seg eftir at góðskan er í topp. Harafturat eru nøkur av merkjunum vistfrøðilig.
Allar vørurnar, sum síggjast á heimasíðuni www.einglabassin.fo, eru á lagur í Føroyum, og Annika Juul væntar at tað verður millum ein og tríggjar dagar leveringstíð.
- Harafturat sleppa viðskiftafólkini, sum keypa av heimasíðuni, undan øllum baksinum við tolli og meirvirðisgjaldi. Tú klikkir inn, og prísurin er júst tann, tú sær á heimasíðuni. Afturat tí havi eg lagt meg eftir at fylgja donsku prísunum so nær gjørligt, leggur Annika Juul dent á.
Annika Juul er sjálv kend innan handilsumhvørvið í Føroyum, og millum annað hevur hon áður havt handil, so tí er tað at hava handil ikki eitt nýtt fyribrigdi í hennara verð.
Leyp út í tað
Hugskotið til at lata nýggja internethandilin upp er ikki serliga gamalt. Tað var eitt frískt hugskot, sum hon fekk fyrr í ár, og hon valdi so at fylgja tí upp og byrja uppá nýggja handilin. Júst hví hon valdi navnið Einglabassin, er hon sjálv ikki heilt vís í, men sigur at tað er eitt so øgiliga fitt navn, og tað fyrsta ordiliga fangandi, góða navnið, hon kom fram á, og at so valdi hon tað bara.
Einglabassin, sum er at finna á www.einglabassin.fo, er nú farin at virka. Tó er gjaldsskipanin ikki heilt komin upp at koyra enn, orsakað av at PBS er við at uppdatera skipanina hjá teimum til tess at gera hana enn tryggari. Tí kunnu fólk, sum vilja bíleggja av heimasíðuni nú, senda henni eini sms-boð, skriva ein teldupost ella ringja. Sjálvvirkandi gjaldsskipanin kemur nokk at virka um 14 dagar, sigur Annika Juul, sum eigur og rekur nýggja internethandilin.