Spurningarnir eru nógvir í sambandi við leysasøgurnar um nýggja iPad'in, sum sambært somu leysasøgum verður vístur fram á tíðindafundinum, sum Apple hevur boðið til í Sanfransisko í kvøld: – Verður skíggin betri, verðua designið øðrvísi?
Um leysasøgurnar eru sannar, vita vit ikki. Men vit vita sum sagt, at Apple hevur boðið til tíðindafund í kvøld klokkan 20 fyri at avdúka tann nýggja iPad. Avdúkingin fer fram í Yerbe Buena Center í San Fransisko.
Í innbjóðingini vita vit eisini, at skrivað stendur: »We have something you really have to see. And touch«.
(Vit hava okkurt, sum tú virkuliga mást sígga. Og nerta.)
Restin er so bara slatur, so sum...:
Navnið: Annðahvørt fer hann at eita iPad 3 ella iPad HD.
Nær kann eg keypa hann: Seinast gekk ein vika til hann fekst til keyps í USA. Tað verður eisini roknað við hesaferð, at tað ikki gongur meira enn ein vika, tí verksmiðjan í Kina er liðug við fyrstu sendingina. Men nær hann verður at fáa í Danmark ella Føroyum, tað er so ein onnur søga.
Prísur: Tey flestur halda, at prísurin verður tann sami, slakar fimm túsund fyri tann minsta.
Útsjónd: Roknað verður ikki við, at hann sær stórt øðrvísi út. Tú fert í øllum førum ikki at síggja broytingina uttan víðari. Ein av fáu munum er, at tann nýggi iPad'urin verður ein millimetur tjykkri enn iPad 2.
Skíggin: Hann verður nógv betri, enn skíggin í iPad 2. Kanska fer hann at fáast við tí sera skarpa »retina display«.
Kamera: Sambært fleiri av leysasøgunum fer tann nýggi iPad'urin at hava eitt 8 megapixel kamera.
4G ella ikki 4G: Tann nýggi iPad'urin verður helst tað, tey kalla »LTE«, altso skjótt mobilt internet.
Tá alt kemur til alt, so eru øll í øllum førum samd um, at tey hjá Apple eru klár við tí nýggja iPad'inum.
Livst so spyrst.