Í morgun sakk norski línubáturin - Fay - í ein landnyrðing úr Honningsvåg. Teir 12 menninir, sum vóru við skipinum, vórðu bjargaðir upp úr bjargingarbátum av einari Sea King-tyrlu.
Skipið sendi út neyðarkall umleið klokkan 11. Í fyrstani ljóðaði, at 13 mans vóru við skipinum, men tá til stykkis kom, vóru teir bara 12, og allir eru bjargaðir og eru nú á hotelli í Honningsvåg.
Tá teir sendu út neyðarkall, hevði Fay stóra slagsíðu og var við at søkka. Manningin segði, at teir vóru á veg í bjargingarbátarnar. Um middagsleitið var Sea King-tyrlan á vanlukkustaðnum, og tá sóu teir bjargingarbátarnar á havinum.
Fay var ikki sokkin, tá tyrlan kom á staðið, men skipið hevði stóra slagsíðu. Sea King-tyrlan hevði kapasitet til at taka allar teir 12 fiskimenninar upp. Hóast vindstyrkin var upp í 20 metrar um sekundið, og aldan var stór, gekk bjargingin væl.
Eitt russiskt tangaskip var eisini í økinum, og her vóru menn til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, um tað skuldi verið neyðugt. Longu klokkan 12.25 hevði Sea King-tyrlan fingið allar menninar upp úr bjargingarbátunum.
Línubáturin - Fay - var rættiliga nýggjur. Hann varð navngivin í Kristiansund í 2018. Báturin er 21 metrar langur og 10 metrar breiður. Í løtuni er ikki greitt, hví Fay fekk so stóra slagsíðu, skrivar VG.
##med2##
Tá tyrlan eftir bjargingina kom við til Honningsvåg, fekk manningin tilboð um heilsuhjálp, og tað vóru heilsufólk, sum tóku ímóti manningini. Sagt verður, at øll manningin fór í ein buss og til Scandic Hotell.
- Vit hava syrgt fyri, at menninir sleppa at sova á hotellinum. Teir fóru í bjargingarbátarnar, sum teir stóðu, og vit hava tískil eisini syrgt fyri, at teir fáa klæðir, sigur Raymond Robertsen í Nordkapp kommunu.
Í samrøðu við NRK fegnast hann um, at eingin er komin til skaða - og ikki minst, at eingin fiskimaður, sum var við Fay, er saknaður. Um hesa leinkju sæst, tá Fay søkkur - https://www.vgtv.no/video/190176/her-synker-fiskefartoeyet-fay
##med3##