Hóast B36 vann fyrsta landskappingardystin uttan John Petersen, so er ikki líkt til, at leiðslan ætlar at sita hendur í favn, nú ein hin týdningarmesti leikarin á liðnum ikki er tøkur longur.
Enskur unglingi
Um vikuskiftið frættist, at ein enskur leikari skal vera ávegis til B36, og formaður felagsins, Kristian á Neystabø váttar, at tað er nakað um tosið.
Talan er um ein blaðungan leikara, Nathan Haslan, sum í dag spælir á unglingaliðnum hjá Sheffield Wednesday, sum júst er flutt niður úr ensku Premier League.
Enn er eingin avtala gjørd partanna millum, men eftir ætlan kemur onglendingurin til Føroya ein av fyrstu døgunum, har hann so í fyrstu atløgu skal royndarvenja við B36.
Verða dygdir hansara mettar at vera nóg góðar, er so ætlanin at gera sáttmála við leikaran.
B36 formaðurin leggur dent á, at verður talan um sáttmála, skal hesin vera longri enn til august mánað, tá enska kappingin aftur ferð av barakastokki.
Hava hugsað seg um
Kristian á Neystabø sigur annars, at ætlaði styrkurin úr Onglandi sjálvandi hongur saman við frágongdini av John Petersen.
- Tá tú missir ein slíkan leikara, so er klárt at tú hugsar teg meira enn eina ferð, um tí hóast vit vunnu dystin á Sandi, og hóast vit eru væl nøgdir við avrikini hjá ungu leikarunum, so er einki at taka seg aftur í, at John hevði stóran týdning á liðnum, sigur Kristian á Neystabø.
Víðari sigur hann, at nýggi leikaran, eins og John Petersen, er ein framrættaður leikari, og vóna teir at hann eisini megnar at taka sessin yvir eftir landsliðsleikaranum.
Í løtuni er hesin spurningur tó ósvaraður, men væntandi fæst greiða á hesum ein av fyrstkomandi døgunum.