Hondbóltsfelagið í Klaksvík, Stjørnan, er so smátt farið at brynja seg til komandi kappingarár í Hvonndeildini, og í dag er kunngjørt, at liðið fær ein nýggjan útlendskan spælara.
Tað er Norðlýsið, sum í dag skrivar, at Raluca Ungureanu verður partur av liðnum hjá Stjørnuni komandi kappingarár. Hon er málverji og kemur úr Rumenia.
Raluca Ungureanu er ikki heilt ókend í Klaksvík og í føroyskum hondbólti. Hon vardi nevniliga eisini málið hjá Stjørnuni kappingarárini 2013 og 2014.