Blaðmannafelagið hevði eykaaðalfund leygardagin. Á skránni var val av nýggjum nevndarlimum. Dánjal Højgaard, ið starvast á Dimmalætting, varð valdur í fakfelagsdeildina í nevndini. Hann kemur fyri Eli Guttesen, sum ikki kann vera í nevndini longur. Leif Láadal av Dimmalætting varð valdur til tiltakslim.
Katrin Petersen úr Sjónvarpi Føroya heldur fram í áhugadeildini í nevndini og tiltakslimur gjørdist Bjørt Samuelsen, ið starvast í Útvarpi Føroya. Jústinus Eidesgaard av Sosialinum er framvegis formaður í felagnum.