Nýggjur og størri VW Golf er á veg

Fyrsti VW Golf bleiv framleiddur í apríl 1974. Eftir at hava rundað 20 milliónir bilar kemur ein nýggjur Golfur í 2003, hóast nýggja modell røðin byrjar í 2002 við eini cabriolet útgávu.

 

Magnus Gunnarsson





Fyrsti VW Golf bleiv framleiddur í apríl 1974. Eftir at hava rundað 20 milliónir bilar kemur ein nýggjur Golfur í 2003, hóast nýggja modell røðin byrjar í 2002 við eini cabriolet útgávu.


Størri bilur

Hjá VW verður arbeitt av øllum alvi við einum avloysara til núverandi Golfin, ið verður fimta VW Golf modellið síðan 1974. Bilurin verður nakað størri enn forgangarin, við tað at aksulfrástøðan verður longri og bilurin verður breiðari. Væntandi fær hann eisini nýggjan undirvogn við nýggjari fjaðraskipan.

Fyrst sum cabriolet

Nýggi Golfurin kemur fyrst sum cabriolet, við toy galesju, í 2002. Samstundis kemur væntandi eisini ein Golf MPV, í stødd við Opel Zafira, við sjey sitiplássum.

Hóast Golf kom sum avloysari fyri VW Bobluna, hevur hann verið ov dýrur til at verða ein beinleiðis Fólkavognur, ein bilur til alt fólkið. Men hann hevur verið ein slóðbrótari í sokallaða Golf-klassanum, og tann bilurin sum flestu bilmerkini kappast við. Eisini er VW Golf ein tíðarleysur bilur, sum er kendur fyri at halda góðan brúktbilaprís.


Kelda: FDM / Motor



Golf streymurin síðan 1974

Golf I 1974 - 1983

Golf II 1983 - 1991

Golf III 1991 - 1997

Golf IV 1997 - 2003

Golf V 2003 -


Nú eru meira enn 20 milliónir framleiddir