Heini Thomsen úr Hoyvík, sum er ein av fýra stjórum í Inpact, hevur í dag tikið prógv í Keypmannahavn sum ríkisgóðkendur grannskoðari Heini Thomsen, sum er føddur 27. august 1969 og uppvaksin í Hoyvík hjá foreldrunum Gunnu og Dánjal Jákupi Thomsen, tók studentsprógv í Hoydølum í 1989. Eftir hetta arbeiddi hann í eini tvey ár í innanhýsis grannskoðanardeildini í Føroya Banka. Har fekk hann hug til grannskoðarayrkið og fór tí á Handilsháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók HA í 1994 og cand.merc.aud. í 1997.
Í tvey ár arbeiddi Heini Thomsen sum grannskoðari í Danmark, áðrenn leiðin gekk heimaftur til Føroya.
Frá 1. august í 2000 hevur Heini Thomsen arbeitt hjá P/F Grannskoðaravirkinum Inpact. Nýklakti ríkisgóðkendi grannskoðarin hevur síðan 1. mai í ár verið ein av teimum fýra stjórunum á hesum virki.
Heini býr í Hoyvík saman við unnustuni, Tórunn Guttesen, og saman hava tey synirnar Róa og Regin.