Nýggjur rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Tann 26. oktobur var freistin at søkja starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. 

 

Tað vóru níggju umsóknir til starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

 

Av hesum níggju umsøkjarunum vóru átta mannfólk og eitt konufólk, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

 

Starvið verður væntandi sett einaferð í novembur, og eftir ætlan skal nýggi rektarin byrja beint eftir ársskiftið.