SÀTTMÁLI
Løgtingið kom ikki saman týskvøldið at viðgera sáttmálaviðurskiftini hjá maskinmeistarunum hjá SEV, og streymurin fer heldur ikki.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í lønarmálum, hevur góðkent sáttmálan, og tískil skuldi hetta málið nú verið avgreitt.
Sáttmálin er við einari broyting orðarætt hin sami, sum SEV og Maskinmeistarafelagið gjørdu, og Karsten Hansen ikki vildi góðtaka.
Einasti broytingin er, at eitt sáttmálin nú er galdandi til 1.juli 2005 heldur enn 1. mars 2005. Tískil er sáttmálin galdandi í tvey ár og fýra mánaðir.
Sáttmálin gevur 4,3% í lønarhækkan 1. mars 2003 og somu hækkan 1. mars 2004. Hvørt ár hækkar eftirlønargjaldið 1%. Afturat eru ymsar umflokkingar gjørdar og vaktargjøld ásett.
Maskinmeistarafelagið roknar hetta til eina lønarhækkan áljóðandi 10,96% yvir 28 mánaðir. Hetta er eitt sindur meira enn arbeiðarafeløgini fingu yvir tvey ár.