Fimm fólk eru í nýggja samráðingarbólkinum. Tey eru Gunnleivur Dalsgarð, formaður í bólkinum, Heini Joensen, Meta Palle, Carita Bjørklund og Joan Ziskason. Hesi umboða tey 11 feløgini í sáttmálaloysi.
Við hesum meta feløgini, at nú er slóðað fyri, at fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen aftur kann taka samráðingarnar upp.
Júst nær hetta hendir, tykist ógreitt, men semingsmenninir hava so ikki lagt stilt enn, men eru enn í gongd við at finna loysnir. Teir hava í vikuskiftinum havt samband við fakfeløgini og fara síðani til Karsten Hansen.
Tey 11 feløgini, ið samráðingarbólkurin, 5 mannanevndin, umboðar, eru hesi: Sjúkrasystrafelag Føroya, Føroya
Sjúkrahjálparafelag, Føroya Pedagogfelag, Pleygarafelag Føroya, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir
Ergoterapeutar, Økonomafelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskir Sjúkrahúslaborantar,
Radiografar í Føroyum og Starvsmannafelagið.