15. februar sær ein nýggjur sexologiskúli dagsins ljós í Føroyum. Tað er Norðurlendski Sexologi- og Parterapiskúlin, sum nú opnar nýggja deild í Føroyum. Á skúlanum fer at bera til at nema sær útbúgving sum sexologur og/ella parterapeutur.
Yazmin Fox er útbúgvin sexologur og er stovnari av sexologiskúlanum í Danmark. Hon er í ferð við at seta nýggja deild í Noregi á stovn eisini. Nú er tíðin komin at byrja í Føroyum.
- Vit hava longu fleiri føroyskar næmingar í skúlanum Keypmannahavn, so vit merkja, at tað er brúk fyri einari tílíkari útbúgving í Føroyum, sigur Yazmin Fox.
Ætlanin er, at skúlin skal vera í Føroyum triðja hvørt ár. Útbúgvingartíðin er 1,5 ár.
Undirvísarar á skúlanum vera úr Danmark og Føroyum, og undirvísararnir fevna bæði um læknar, sálarfrøðingar, sexologar, námsfrøðingar og parterapeutar.
Yazmin Fox sigur, at tey hava ikki avgjørt, hvar skúlin kemur at liggja enn. Hon vónar, at tað verða hølir til taks í nýggja Marknagilsdeplinum.
Meira um skúlan og útbúgvingarnar er at síggja á heimasíðuni hjá sexologiskúlanum her.
Klokkan 19 í kvøld á Lucas Debesargøtu 9 verður almennur fyrilestur um skúlan. Her verður meira kunning um upptøku, møguleikar og ætlanir við skúlanum.