Nýggjur Sjúrðaberg

JFK Trol hevur keypt flakatrolaran Dorado úr Týsklandi. Talan er um fyrrverandi Akraberg. Skipið skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, umframt tosk í Barentshavinum

– Skipið kemur væntandi um mánaðarskiftið juli-august. Tað vera umleið 30 mans við, men tilsamans vera umleið 50 nýggj arbeiðspláss knýtt at skipinum, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Nýggja skipið skal eita Sjúrðarberg.

Gadus og Sjúrðarberg fara at fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um góð tvey ár.

– Hvat hendir, tá ið nýggi Gadus kemur, veit eg ikki, sigur Hanus Hansen.