Á samkomu í gjárkvøldið, sum varð hildin í samband við, at tríggir lærarar høvdu sín seinasta arbeiðsdag við Miðvágs Sandavágs skúla, varð boðað frá, at fyrsta byggistig av nýggja skúlanum á Giljanesi verður liðugt í juli 2013.
Tað veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga.
Albert Ellefsen, borgarstjóri, skuldi vera við á samkomuni, men fekk forfall. Hann hevði sent virkandi skúlastjóranum, Árna Jacobsen, eitt skriv, sum varð lisið upp á samkomuni.
Í skrivinum varð sagt, at Vága kommuna hevur samtykt at fara undir 1. byggistig av nýggja skúlanum á Giljanesi. Farið verður undir projekteringina beinanvegin, og ætlanin er, at 1. byggistig, sum eitt nú fevnir um 12 nýggjar skúlastovur, skal verða liðugt í juli 2013.
Vága kommuna hevur fingið játtan til at lána upp til 1,2 álíkning ella upp til 60 miljónir krónur til 1. byggistig.
- Eftir okkara útrokning kemur 1. byggistig tískil at kosta einar 30-40 miljónir krónur. Eisini var sagt, at 2. byggistig skal verða liðugt í 2018, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.