Eiðisfólk hava tikið nógv stór tøk í seinastuni, og fleiri standa fyri framman. Í summar tók kommunan í nýtslu eldrasambýlið niðri á Korndalsharmi, har 10 fólk búgva, og hetta er tað einasta av sínum slag í økinum. Fyri fáum árum síðani fingu eiðisfólk graslíki á fótbóltsvøllin, sum kommunan rindaði sjálv. Alt stór tøk fyri eina lítla kommunu.
- Nýggja fólkaskúlalógin setur stór krøv til skúlan og skúlabygningin, men ikki eitt oyra er sett av til skúlabygging frá landsins myndugleikum. Vit hava sett okkum fyri at byggja skúlan út, tí vit hava ov fáar serstovur. Tað kemur at kosta rættiliga nógv. Eitt uppskot til útbygging hevur verið á borðinum, ið er mett at kosta 7-8 mió. krónur, men tað eru bygdaráðslimir, ið halda, at vit eiga at byggja eina høll afturat skúlanum. Tí er eitt annað uppskot í umbúna.
- Bygdaráðslimirnir eru vanliga rættiliga samdir um, hvat skal gerast, men í hesum førinum eru vit ikki á einum máli. Eftir mínum tykki átti ein slík høll, sum er í umbúna, at verðið bygd í felagsskapi við grannakommunurnar. Vit hava ein felagsskúla, sum kommunurnar í økinum eru í felag um, og tað er upplagt, at ein høll varð bygd har um leiðir, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdaráðsformaður á Eiði.
Bygdaráðið á Eiði hevur verið í sambandi við landsstýrismannin í undirvísingarmálum um útbyggingarætlanina, men kommunan hevur ikki fingið nakað lyfti um, um landið verður við til at fíggja ein part av byggikostnaðinum. Ein nevnd er sett at endurskoða stuðulsskipanina til skúlabygging í Føroyum, men sum skilst er hetta arbeiðið ikki liðugt enn.
- Fara vit í gongd av okkara eintingum, áðrenn landsins myndugleikar hava funnið fram til, hvat gerast skal á økinum, er ikki vist, at vit fáa endurgoldið nakað frá landinum. Tí hava vit gjørt av at bíða eitt sindur enn, tí tað er stórar upphæddir tað snýr seg um.
Støðugt skattaprosent
Kommunuskattaprosentið á Eiði er 18 prosent, og hóast útbygging av skúlanum og aðrar ætlanir í kommununi, vil bygdaráðið treyðugt seta prosentið upp.
- Vit hava verið uppi á 18,5 %, ongantíð hægri, og í tvey ár hava vit lækkað niður á 18. Kanska kundu vit lorað eitt sindur, men helst skal tað liggja har í nøkur ár framyvir.
Skúlin á Eiði er frá sekstiárunum. Bygt er uppí hann eina ferð síðani, annars er einki gjørt uttan vanligt viðlíkahald. Bygdaráðsformaðurin á Eiði roknar ikki við, at hol verður sett á ætlanina í hesum árinum, men hann metir kortini, at tað verður í hesum valskeiðnum. Bygda- og býráðsval verður aftur í des. næsta ár.