Nýggjur skeiðsdepil í Skálavík

Immanuel Grunnurin hevur í vikuni undirskrivað byggisáttmála við Sp/f Byggitænastuna v/Jón Nielsen, at byggja ein skeiðsdepil á góðar 1400 fermetrar í Skálavík. Talan verður um gistingar- og skeiðsdepil í Skálavík, sum kemur at hava sera góðar umstøður at veita nýmótans tilboð til ymiskar bólkar av føroyskum og útlendskum ferðafólkum alt árið. Harumframt eru møguleikar til skeiðvirksemið og fundarmøguleikar til bæði føroysku vinnuna og ikki minst til kirkjur og samkomur.

Í bygninginum verður møguleiki at hava fundir, sum kunnu hýsa 200-300 fólkum. Umframt eitt størri fundarhølið til umleið 200 fólk, so verða eisini smærri fundarhøli, sum hóska seg væl til skeið.

Samanlagt verða 36 sengur í 12 kømurum. Stórur dentur er lagdur á at rørslumøguleikarnir eru góðir. Tí er ein stór wellness-høll, har møguleiki verður hjá vitjandi at íðka fitness, spæla badminton o.a.

Immanuel Grunnurin er stovnaður av Eiler og Beintu Háberg Jacobsen við einum stovnsfæi á 25 miljónir kr. Í nevndini í grunninum sita umframt Eiler Jacobsen, eisini Hjørdis Háberg Petersen, forkvinna, Heðin Lamhauge og Birgir Nielsen.

Endamálið við at byggja skeiðsdepilin júst í Skálavík er tí, at Eiler er uppvaksin í bygdini. Eiler sigur, at hetta er ein tøkk til Skaparan, til heimbygdina, Sandoynna og ikki minst teir mans og tær familjur sum Eiler ígjøgnum sín uppvøkstur og sítt virknað lív sum sjómaður, skipari og reiðari hevur havt so gott samband við. Tí er tað hansara vón at skálvíkingar, sandoyingar og Føroya fólk annars taka væl ímóti nýggja gistingar- og skeiðsdeplinum í Skálavík.

Eftir ætlan letur nýggi Skeiðsdepilin, Immanuel upp í mai 2011.