Nýggjur smartur og framkomin Audi A6

Audi sýna í hesum døgum ein nýggjan A6, sum kemur at avloysa núverandi Audi A6, ið er frá 1997. Bilurin er kemur á marknaðin í mai og verður at síggja á Copenhagen Motor Show í apríl

Nakað síðan sýndu vit myndir av nýgga Audi A8, og longu nú verður ein nýggjur A6, ið kemur á marknaðin í mai, sýndur fram.
Tað er dugnaligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum hevur teknað bilin. Talan er um ein sera smartan og framkomnan luksusbil við sportligum designi. Í stødd er bilurin millum Audi A4 og tann størsta A8.
Nýggi Audi A6 er ein háteknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium.
A6 er fyrsti bilur sum hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við 6,5" skíggja og nógvum ymiskum funktiónum.
Elektromekaniska hondbremsu
Aftan fyri klára forlyktaglasið eru Xenon-lyktir, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum. Hondbremsan er elektromekanisk og loysnar automatiskt, tá bilførarin nemur spitarapedalin.
Málið hjá Audi er, at A6 skal vera leiðandi í sínum klassa.
Bilurin kemur á marknaðin við fimm stórum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru hesir: 2,4 litur V6 við 177 hk, síðan ein 3,2 litur V6 FSI við 255 hk og ein 4,2 litur V8 við ikki minni enn 335 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,1 sekund. Dieselmotorarnir eru hesir: 3,0 litur V6 TDI við 225 hk og ein 2,0 litur 4 syl TDI við 140 hk, hesin kemur í august.
Undirvognurin er sera framkomin, og koyrieginleikarnir skulu vera heilt í topp.
Nýggi A6 verður at fáa til keyps í Føroyum og í Danmark í mai mánað, men bilurin verður eisini at síggja á Copenhagen Motor Show í apríl.