Nýggjur stóreigari í BankNordik

Danska íløgufelagið Lind Invest hevur keypt 10 prosent av partabrøvunum í BankNordik, og felagið fær samstundis 10 prosent av atkvøðunum í bankanum.

Sambært fráboðan til keypsskálarnar í morgun eigur Lind Invest A/S nú 1.000.000 partabrøv í BankNordik.

Í fráboðanini bjóðar nevndarformaðurin í BankNordik, Klaus Rasmussen, nýggja stóreigaranum at vera vælkomin.

Og stjórin í Lind Invest, Henrik Lind, fegnast somuleiðis og sær stórar møguleikar í bankanum:

-BankNordik hevur verið ígjøgnum fleiri strategisk uppkeyp, umframt at bankin hevur verið fyri stórum, innanhýsis broytingum síðstu árini. Tað hevur tikið longri tíð enn væntað at tillaga fyritøkuna, men nú sær tú til, at tey eru um at koma á mál. Tí halda vit, at tíðin at gera íløgur er tann rætta, sigur Henrik Lind í tíðindaskrivi.

Kursurin á partabrævinum hjá BankNordik er í morgun 80.