Nýggjur starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa

23. oktober 2003 bleiv Marjun Eystberg sett sum starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa.

Marjun er 39 ára gomul og úr Vági. Hon er gift við Eiriki Hofgaard og eigur tvey børn, 7 og 15 ára gomul.
Marjun er upprunaliga útbúgvin sum bankaassistentur í 1983 í
Sjóvinnubankanum. Síðani hevur hon tikið prógv í Finansiel
Videreuddannelse, Merkonomprógv innan fyriskipan og strategi, umframt at hava lokið tvey ár í løgfrøði við Lærda Háskúlan í Århus.
Starvsroyndirnar í bankayrkinum eru drúgvar. Marjun hevur
arbeitt í Sjóvinnubankanum í 10 ár, eina tíð sum deildarleiðari í
Norðoya Banka. Eisini hevur hon arbeitt í donskum peningastovnum, fýra ár í Handelsbanken og seks ár í Jyske Bank.
Heimkomin úr Danmark í 2001 hevur Marjun m.a. arbeitt sum fulltrúi á
privatlánsdeildini í Føroya Banka.