Nýggjur studentaskúli í Hoydølum

Tað er týdningarmikið, at vit geva ungdómi eitt gott grundarlag at mennast og trivnast undir. Eitt tað besta grundarlagið vit kunnu geva ungfólki okkara eru góðar umstøður og góðar útbúgvingarmøguleikar.

Verður hetta ikki gjørt, so kunnu vit vænta at ungfólk okkara flytur av landinum sum 17-18 ára gomul og tá ið tey eru liðug einki hava at koma aftur til.

Sum kunnugt so bleiv ein arkitektakapping útskrivað í 1994. Vinnari bleiv funnin. Eftir hetta blivu teir ymsu áhugabólkarnir innan skúlan tiknir uppá ráð, og ynskir teirra send til teir vinnandi arkitektarnir.

Eftir at arkitektarnir høvdu móttikið ynskir og tekningar, so ger táverandi landsstýrismaðurin í skúlamálum Eilif Samuelsen av at alt arbeiðið sum gjørt var og allir teir pengar, sum nýttir vóru skuldu gloymast, tí nú skuldi nýggjur skúli byggjast úti við Marknagilsvegin.

Ein nýggjur studentaskúli, sum skuldi kombinerast við handilsskúlan og tekniskaskúla. Ja, ein sokallaðan miðnámsdepil.

Nógv hevur verið tosað um at kombinera skúlar tí at hetta kemur at gera raksturin bíligari og at hetta kemur at gera at lærari og næmingar hjá hesum ymsu skúlunum koma at nýta høli hvør hjá øðrum.

Men hvat; hesir miðnámsdeplar hava víst, at ongastaðni berjast lærarar og fakbólkar so illa sum har. Teir klandrast um hølir og útgerð. Hendan óheldiga polariseringin førir eisini til eitt óheldugt agg ímillum næmingarnar á teimum ymsu skúlunum.


Lat okkum hava skúlarnar atskildar

Lat okkum hava eitt handilsskúlaumhvørvið, har tað kann trívast og mennast, tað sama við tekniska skúla.

Tað er vigtigt, at vit varðveita okkara atskilda identitet. Um vit fara at gera studentaskúlaútbúgvingina til eitt »sjálvtøkuborð«, so er skjótt at studentaskúlin missir identitet sín og harvið fer hugtakið »Studentur« í gloymibókina.

Eftir at projektið bleiv steðgað, so er snøgt sagt einki hent við málinum um at byggja nýggjan studentaskúla. So seint sum fyri mánað síðani bleiv peningur, sum annars var játtaður á fíggjarlógini til endamáli fluttur til annað brúk innan skúlaøkið. Einki ringt um at játta peningin til onnur økir innan skúlaverkið, men hetta er peningur, sum var játtaður til ein nýggjan studentaskúla.

Skúlin í Hoydølum er niðurslitin. Hann var í sínari tíð gjørdur til 300 næmingar, hann hýsir nú meira enn 600 næmingum.

Dømir kunnu nevnast: Kloakkskipanin er av áðurnevndu grundum í so ringum standi at man manuelt syrgir fyri at alt ikki flytir yvi rog leggur sín óhepna dám á trivnaðin á skúlanum.

Lærarastovan var í síni tíð gjørd til 17 lærarar, nú eru teir 70; eisini parkeringsviðurskiftini eru heilt av leið. Næmingar eru noyddir at parkera á »bønum«.

Ítróttarhøllin lekur; tað førir við sær, at ein sum í ferð við at gera nakað heilsubøtandi, skjótt kann finna út av, at hann gjørdi nakað heilsuskaðiligt tí at loftið í høllini lak.

Hetta eru bert nøkur fá, fá, dømir uppá ein skúla sum hevur brúk fyri eini hjálpandi hond.

Alt er klárt, projektið gongur út uppá eitt 6 ára langa byggitíð, sum ikki krevur eina stóra íløgu til eitt ella tvey ár, men smærri íløgur, sum fevna um fleiri løgtingsfíggjarlógir.

Fyri at veita 109 mill. yvir 6 ára mál, so fáa vit ein nýggjan Studentaskúla uppi í Hoydølum.

Núverandi bygningur kann væl brúkast ímeðan bygt verður, so at næmingarnir ikki noyðast at verða fluttir aðrastaðni. Einki, sum eg havi hoyrt um hetta, hevur fingið met at kunna taka undir við nakað av tí sum Eilif Samuelsen í sínari tíð grundgav fyri at nýggi Studentaksúlin skuldi liggja í Marknagili.

Hann segði tá, at lendi í Hoydølum var ov veikt. Hetta havi eg fingið mótváttað av fólki, sum eru serkøn á økinum.

Hann nevnir at skúlin gerst ov dýrur. Nýggjur skúli í Hoydølum kemur sum sagt at liggja um 109 mill. Ein nýggjur skúli í Marknagili kemur í núverandi tíðum at kosta 150-160 mill, + alt tað som longu er burturspilt til projektið um skúlan í Hoydølum.

Nei, lat okkum hava skúlan í teimum deiligu og friðarligu umstøðunum, sum vit hava hann nú. Eg vóni, at tað verður undirtøka í fíggjarnevndini at lata projektið við støði í einum nýggjum Studentaskúla í Hoydølum fara í gongd. Tað umhvørvið, sum skúlin liggur í er bæði gott og hóskandi.

Undirritaði vil so innarliga heita á núverandi landsstýrismann í skúlamálum um at taka upp samráðingar við teir ymsu áhugabólkarnir, sum eru blandaðir uppí hetta alt meira átrokandi mál og taka teir uppá ráð fyri at fáa arbeiði uppá nýggjan studentaskúla í Hoydølum í gongd skjótast gjørligt.


Jákup Sverri F. Kass

sjálvstýrismaður