Nýggjur Suzuki Alto

Suzuki eru kendir fyri at duga væl at gera smáar bilar. Nú er ein heilt nýggjur væl útgjørdur og reinur Suzuki Alto komin á marknaðin, sum koyrir 22,7 km/l í miðal.

Suzuki Alto er aftur á marknaðinum. Hesaferð sum ein helt nýggjur bilur, ið einki hevur við forgangaran at gera. Hesin er bæði størri og hvat útgerð og trygd viðvíkur er als eingin samanbering.


Alto fæst í útgávunum GL og GLX , men meginparturin av útgerðini er standard sum t.d. fjarstýrt sentrallás, el-rútar framman, seks airbag og ESP.


Suzuki Alto er ein fýra persónabilur við fimm hurðum sum standard. Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur í mun til støddina. Hann hevur stóra baklúku, og viðførisrúmið er 129 litar, og við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið heilar 774 litrar.


Motorurin, sum er ein 1,0 litra bensin við 69 hk, er ein tann mest økonomiski og umhvørvisvinarligi á marknaðinum. Bilurin lýkur øll krøv til Euro5 normin, sum kemur í gildi í 2010, hann koyrir 22,7 km/l í miðal, og CO2-útlátið er einans 103 gr/km. Designið er smart og aerodynamiskt við luftmótstøðutali heilt niðri á 0,30 cw, sum er sera gott fyri ein bil í hesi støddini.


Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísurin byrjar við 126.990.