Føroyar fáa nú ein nýggjan umhvørvisstríðsmann at stríðast við.
45 ára gamli Pete Bethune er ættaður úr New Zealandi, og hann gjørdist víðagitin, tá ið hann í fjør rendi sítt skip á eitt japansk hvalaveiðiskip í Suðurhøvum. Skipið hjá Bethune, Ady Gil, sakk eftir samanstoytin, meðan japanska hvalaveiðiskipið slapp við minni skaða.
Nakrar vikur seinni fór Pete Bethune umborð á sama japanska hvalaveiðiskip, tí hann vildi handtaka skiparan. Bethune legði japanska skiparan undir drápsroynd, og hann vildi krevja 20 milliónir krónur í endurgjaldi frá honum fyri at hava søkt Ady Gil. Men endin var, at Pete Bethune var tikin og sendur til Japans, har hann sat 4 mánaðir í fongsli fyri tilburðin.
Ætlar sær til Føroya
Nú er Pete Bethune í holt við at skaffa sær fígging til nýtt umhvørvisskip, og hann ætlar sær ikki aftur í suðurhøv at stríðast. Nú skal kósin setast í ein norðan, tí hann vil steðga føroyska grindadrápinum.
- Eg ætli mær at gera vart við árliga grindadrápið í Føroyum, og harvið økja um altjóða trýstið at fáa grindadrápið steðga, sigur Pete Bethune við new zealandska heimasíðuna Stuff.
Pete Bethune hevur samstarvað við Sea Shepherd, men fyri einum mánaði síðani kvetti hann alt samband við felagsskapin. Hann legði leiðaran í Sea Shepherd, Paul Watson, undir at verða óreiðiligan og fyri at hava fingið seg at søkkja Ady Gil við vilja fyri at fáa umtalu í fjølmiðlunum.
Hann vildi tí ikki halda fram at samstarva við Paul Watson, men ætlar sær at fáa sær sítt egna umhvørvisskip. Og tað skipið skal til Føroya at stríðast.
Fakta
Navn: Peter James Bethune
Aldur: 45 ár
Heimland: New Zealand
Útbúgving: Verkfrøðingur
Starv: Skipari