Nú gongur betur hjá SAS

Tilsamans flugu knappliga 2,4 milliónir fólk við flogførum hjá SAS í november, og higartil í ár hevur felagið flutt 2,7 prosent fleiri ferðafólk enn 11 teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Felagið sigur í tíðindaskrivi í dag, at átøkini, sum felagið fór undir aftan á tær stóru bygnaðar- og lønarbroytingarnar herfyri, hava givið gott úirslit, og at bíleggingarnar eru væl fleiri enn um hesa tíðina í fjør.

Hinvegin ásannar leiðslan í skandinaviska flogfelagnum, at altjóða búskaparkreppan ger tað torført at meta um gongdina frameftir.