Hin 1. mars 2018 verður Gerhard Lognberg leysur av sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni, sum hann hevur havt ábyrgdina av heilt síðan 1993.
Hann hevur sagt starvið frá sær, og Landssjúkrahúsið hevur bjóðað tænastuna í Sandoynni út.
- Eg havi havt ábyrgdina av sjúkraflutningstænastuni øll hesi ár, og eg haldi, at tað eftir umstøðunum hevur gingið væl, tó at nógvir ymiskir dagar og uppgávur hava verið.
Seinnu árini hevur Gerhard Lognberg ikki sjálvur verið aktivur partur av sjúkraflutninginum, men hann hevur framvegis verið leiðari, eins og flutningurin hevur verið hansara ábyrgd, dag sum nátt.
- Nú henda tíðin gongur móti endanum, kennist tað sum ein lætti, samstundis sum eg gleðist um, at vit øll hesi ár hava roynt at gjørt okkara besta, sigur Gerhard Lognberg.
Gerhard Lognberg sigur, at í gjøgnum so mong ár hevur hann upplivað bæði tær góðu og minni góðu síðurnar av slíkum arbeiði, og eitt tað ringasta hevur verið, tá vanlukkan rakti børn og ung.