Nú gongur tað ikki so skjótt

Serliga er tað farið at hæsað av við arbeiðsplásssum hjá monnunum, men hjá kvinnunum er eitt sindur av gongd í enn

Talið á fólki, sum er til arbeiðis kring landið, veksur alsamt – men nú er týðiligt, at talið ikki veksur ikki so nógv longur. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at talið á løntakarum veksur munandi spakuligari nú enn tað hevur gjørt.

– Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama, sigur Hagstovan.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í farna mánað vóru tað 27.184 løntakarar í Føroyum, og tað eru 100 løntakarar, ella 0,3 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hesi seinastu árini hevur vøksturin verið størri, men nú er hann so hæsaður av aftur.

Støðan er framvegis tann, at tað eru eini 1.000 fleiri menn, sum hava arbeiðið, enn tað eru kvinnur. Av teimum 27.184 løntakarunum, eru 14.030 mannfólk og tað eru 22 meiri enn fyri einum ári síðani. Samstundis er talið á kvinnuligum løntakarum, 13.154, og tað eru 100 fleiri enn fyri einum ári síðani.

– Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð, serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar.

Samanborið við oktober í fjør er talið á løntakarum í  bólkinum, sum eitur "almennar tænastu", vaksið 1,2 prosent og í bólkinum, sum eitur  "fiskivinna o.a. tilfeingisvinna", er tað vaksið 1,5 prosent. Hinvegin er talið á løntakarum minkað 0,9 prosent í bólkinum "byggivinna o.a. tilvirking" og tað er minkað 0,7 prosent í bólkinum, sum eitur "privatar tænastuvinnur".

– Hetta seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í talinum á løntakarum í privatu tænastuvinnuni og tað eru góð tvey ár síðani, at vøkstrinum fór at hæsa av, sigur Hagstovan.

Annars er bólkurin, sum eitur almennar tænastur, tann størsti vinnubólkurin, tí har hava 9.867 fólk sítt dagliga starv. Og næststørsti bólkurin eru tær privatu tænastuvinnurnar, tí har arbeiða 8.657 fólk. Teir stívligu 8.600 løntakararnir, sum eru eftir, eru býttir ímillum byggivinnuna og fiskivinnuna.