Eftir eina heldur trupla byrjan, er tað nú farið at ganga framá hjá nýggja frystilínubátinum, West Freezer, í Vágum.
Jákup Joensen, nevndarformaður í felagnum sum eigur bátin, sigur, at fiskiskapurin hevur verið á einari leið.
?Síðani hann fór til fiskiskap, hevur hann fiskað áleið tað saman sum hinir bátarnir, kanska eitt lítið sindur minni.
Men tá skal leggjast afturat, at í fyrstuni lá hann nógv við maskinskaða av ymsum slag
Men hinvegin hevur hann hevur fingið sera góðan prís fyri fiskin, sigur Jákup Joensen.
Akkurát, hvussu nógv hann hevur fingið, veit hann ikki í løtuni.
Men prísurin hevur verið omanfyri 20 krónur í miðal fyri fiskin, sum er avhøvdaður og frystur.
? Samanlagt kunnu vit staðfesta eitt lítið undirskot hetta góða hálva árið, hann hevur verið til fiskiskap.
? Men høvdu vit ikki havt allar teir teknisku trpulleikarnar, vit høvdu ta fyrstu tíðina, hevði báturin havt eitt fitt yvirskot ístaðin, sigur hann.
Hann sigur, at teir høvdu altíð væntað eitt sindur av byrjunnartrupulleikum.
Men báturin riggaði so nógv verri enn teir væntaðu og tað hevur gjørt, at hann lá nógv teir fyrstu tíðina.
Hann sigur, at høvdu teir bara sloppið undan helvtini av trupulleikunum, hevði báturin havt givið yvirskot hesa tíðina.
Nú er so aftur farið at ganga betur, hóast Jákup Joensen ikki er nøgdur við gongdina enn.
? Summarið er vanliga ikki góð tíð hjá línunu, so vónandi fer tað at ganga betri í vetur.
Og fyribils hevur tað so ikki víst seg at vera hald í tí, ið summi vóru bangin fyri, at West Freezer fór bara at avreiða í Noregi og at tað bara skuldi vera norðmenn við.
Tí West Freezer hevur avreitt hvørja last í Føroyum, uttan ta einu ferðina, tá ið prísurin var betri í Noregi.
Somuleiðis eru bara føroyingar við.
Loysir seg neyvan enn
Jákup Joensen sigur, at teir hava umhugsað at fáa maskinur umborð at skera høvd.
Men prísurin er so vánaligur, at tað er ein spurningur um tað loysir seg.
Hann sigur, at tað sama gjørdi seg galdandi við rognunum.
?Vit fingu ikki meiri enn 50 oyru fyri kilo av rogni og tað er so lítið, at tað er ikki meiri enn at tað er ómakin vert at taka tey, sigur Jákup Joensen.
Tann gongda leiðin
Sjálvur ivast Jákup Joensen ikki í, at hetta er tann gongda leiðin at viðgera fiskin meiri umborð, í hvussu so er partvís
?Føroyingar hava tvíhildið um ísfiskin, men nógva aðrastaðni eru tey farin burtur frá hesum mátanum.
?Ístaðin er gongdin tann, at fiskurin verður virkaður meiri umborð og at virkini á landi so virka hann enn meiri. Eitt nú er hann vísur í, at at teir stóru flakatrolararnir høvdu ikki fingið so góðan prís, um teir ikki kundu virkað fiskin og fryst hann púra feskan, tí tá er dygdin best.
Nógv fleiri møguleikar
Nevndarformaðurin í felagnum, sum eigur West Freezer, sigur, at teir útvegaðu sær bátin, tí teir sóu nógvar møguleikar í honum, sum føroyingar ikki hava í dag.
Eitt nú hugsar hann um at fiska við línu á djúpum vatni, nakað sum norðmenn hava fingið væl burturúr, men sum vit onki gera við.
Hann sigur, at tá ið teir fingu bátin, treytaðu teir sær, at teir kundu fáa norðmenn við, sum kundu læra føroyingar at fiska við línu á djúpum vatni.
Men West Freezer er so mikið stórur, at tað ber til at taka og herberga øllum fiskasløgum, sum teir fáa, tí alt kann seljast allastaðni
Kunnu skipini viðgera fiskin umborð, gevur tað eisini heilt aðrar møguleikar fyri at leggja til rættis, so at raksturin verður effektivari.
?Eitt nú fáa vit fryst fiskin spillfeskan. Men eitt annað er, at vit fáa ein rationellari túr við tað, at vit kunnu verða longri úti.
? Og vit kunnu leggja sølurnar soleiðis til rættis, at vit selja, tá ið vit fáa sum mest fyri fiskin, sigur Jákup Joensen.
? Sostatt verður spilltíðin nógv minni. Og tá í marginalarnir í fiskivinnuni frammanundan eru smáir, telur hvørt oryra.
? Men tess effektivari raksturin er, tess størri íkast gevur tað eisini til fleiri íløgur, sigur Jákup Joensen.