Tað mesta av teimum 110 tonsunum, sum vóru á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, vóru frá einum línuskipi, sum hevði roynt eftir brosmu og longu eystanfyri, og sum hevði gjørt ein góðan túr.
Tilsamans vóru 45 tons av brosmu. Brosma II fór fyri 9,02 krónur í meðal, og meðalprísurin á brosmu III var 9,15 krónur fyri kilo.
Av longu vóru 18 tons. Longa II fór fyri 13,11 krónur, longa III fyri 11,29 krónur og longa III fyri 10,02 krónur í meðal.
Umleið 17 tons vóru av toski. Meðalprísurin á toski I var 17,33 krónur, á toski II 16,78 krónur, á toski III 16.64 krónur, og toskur IV fór fyri 15,28 krónur í meðal.
14 tons vóru av svartkalva, og hann fór allur fyri 27,85 krónur fyri kilo.
Tey 110 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni, fóru fyri eina millión of 432.000 krónur.