Nú verður tað skjótt munandi bíligari at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.
Og tað verður bæði galdandi fyri ferðafólk til gongu og fyri ferðafólk við bilum.
Á fíggjarlógini fyri í ár fekk Strandferðslan fimm milliónir, sum vórðu markaðar til at lækka prísin á ferðaseðlum fyri.
Hetta eru eini 20% av inntøkunum hjá Strandferðsluni. Tað merkir, at sum heild fer tað at vera 20% bíligari at ferðast.
Men landsstýrið ætlar, at tað skal verða nógv bíligari enn so.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at ætlanin er ikki at lækka prísirnar fyrr enn fram ímóti sumri, kanska í mai mánaði.
Men afturfyri er so ætlanin at høgga rættiliga nógv av prísinum tá.
Hann sigur, at skal lækkingin javnast yvir alt árið, ger tað ikki tann heilt stóra munin. Men verður bíðað til longur út á árið, verður lækkingin tvær ferðir so stór, so tað fer at merkjast munandi betri.
Men so er eisini ætlanin at varðveita somu, lágu prísir frameftir. Tað merkir, at Strandferðslan skal hava uppaftur meiri pengar næsta ár.
- Vit fara at brúka hesa næstu tíðina at finna útav, akkurát, hvussu prísirnir skulu lækka, sigur hann.
Munandi príslækking
Hann sigur, at eitt, sum tey skulu finna útav, er, um allir prísir skulu lækka eins nógv, ella um munur skal vera á lækkingunum. Ein annar spurningur at taka støðu til, verður, hvussu góðar og nógvar avsláttarskipanir skulu verða framyvir.
Av tí sama kann Jacob Vestergaard heldur ikki siga, hvussu nógv teir ymisku prísirnir fara at lækka.
Men fara prísirnir at lækka eini 40-50%, skal tað ikki undra nakran.
- Tað eru lækkingar í hesi støddini, eg hugsi mær at seta í verk, sigur Jacob Vestgergaard.
Hann sigur, at samgongan hevur arbeitt við tølum, sum siga, at framyvir skal ein ferðaseðil aftur og fram kosta einar 50 krónur tilsamans og ein ferðaseðil aftur og fram við bili skal kosta einar 100 krónur tilsamans. Men tá skal tað ikki gera mun, hvussu nógv fólk eru í bilinum.
- Tað verður mett at kosta einar 18 milliónir um árið, ella níggju milliónir fyri hálvárið. Men nú fekk Strandferðslan so fimm milliónir fyri alt árið og tað er gott helvtin av tí.
-Tað røkkur so neyvan til at lækka prísirnar so nógv, sum samgongan hevur ætlað. Men verður lækkingin sett í verk frá í mai, røkkur tað í øllum, førum til at lækka prísirnar munandi, so at teir kanska verða eini 40% lægri, enn teir eru nú.
Verða allir prísir lækkaðar 40% yvir ein kamb, fer tað at merkja, at ein vanligur ferðaseðil við Smyril fer úr 75 krónum, niður í einar 45 krónur og ein ferðaseðil til bil fer úr 130 krónum, niður í einar 80 krónur.
Men her kann tað enda við, at vanligir ferðaseðlar ikki fara at lækka so nógv, men at tað afturfyri fer at verða munandi bíligari at keypa tíggju-túrakort.
Ein annar spurningur er, hvussu nógv fólk skulu kunna vera í einum bili, uttan at tað kostar eyka.
- Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vit tosa um í samgonguni í løtuni, sigur Jacob Vestergaard.