Suðuroyarsigling
Nú verður munandi bíligari at flyta bilar og farm ímillum Suðuroynna og Havnina.
Tað verður eitt úrslit tað næstan við fullari vissu kann sigast, at Løgtingið ein av allarfyrstu døgunum fer at játta Strandferðsluni pening til at lækka prísirnar fyri farmaflutning ímillum Suðuroy og Havnina.
Endamálið við hesum er at javntseta vinnulívið í Suðuroynni við vinnulívið í øðrum pørtum í landinum, søgdu teir báðir samgongu-tingmenninir, Johan Dahl og Hendrik Old á almenna samferðslufundinum í Vági mánakvøldið.
Tað skal ikki verða dýrari at keypa fisk í einum parti í landinum at keypa fisk og flyta hann úr Havnini til Suðuroyar enn tað er at flyta hann úr Leirvík til Klaksvíkar, segði Johan Dahl.
Munandi príslækking
Hendrik Old er sannførdur um, at ætlanin at lækka farmagjaldið ímillum Suðuroynna og Havnina, fer at alstóran týdning fyri vinnulívið.
Hann vísti á, at hereftir fer ein stórur treylari, sum tað kostar 3800 krónur at flyta við Smyrli, at kosta áleið 2800 krónur, so tað er ein fittlig príslækking.
Ein minni bilur, sum er 7 9 metrar langur, sum nú kostar 610 krónur at flyta við Smyrli nú, fer hereftir at kosta 310 krónur.
Ein uppaftur minni minni bilur ímillum 5 og 7 metrar, kostar 430 krónur nú, men hann fer niður á 210 krónur.
Hendrik Old sigur, at hetta fer at fáa stóran týdning fyri vinnuna í Suðuroy, ikki bara í sambandi við flutning til Suðuroyar.
Men tað fer eisini at gera vinnuna í Suðuroy nógv kappingarførari, um ætlanin er at selja vørur norðureftir ella til at átaka sær arbeiði norðanfjørðs sum ger, at flutningstól skulu flytast ímillum.
Hendrik Old sigur, at hetta er tað átakið fyri vinnuna í Suðuroy, sum hevur størsta týdning at fáa framt í hesum sambandi.
Eisini bíligari ferðaseðlar
Teir báðir samgongutingmenninir søgdu eisini, at næsta stigið verður at arbeiða fyri at gera tað bíligari hjá ferðafólki at ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina.
Í hesum sambandi hevur samgongan viðgjørt málið um at gera eina samhaldsfasta prísskipan, eisini á ferðaseðlaøkinum, so at tað fer at kosta áleið tað sama at ferðast ímillum Havnina og Suðuroynna, sum tað fer at ferðast úr Leirvík til Klaksvíkar í dag, ella ímillum Gomlurætt og Skopun.
Johan Dahl segði, at samgongan hevur avtalað, ein ein partur av tí, sum kemur meiri inn í landskassan við tað, at vegskatturin av bilum hækkar, skal brúkast til at lækka prísin á ferðaseðlum ímillum Suðuroynna og Havnina.
Annars er ætlanin at finna so skipan við Smyrli sum við undirsjóvartunlinum, har tað bara verður goldið annan vegin. Samstundis er ætlanin at flyta ferðaseðlasøluna upp á land og alt tað fer at gera tað munandi meiri ómakaleyst at ferðast, tí tá slepst undan at stilla seg í bíðirøð umborð tvær ferðir at keypa ferðaseðil.
Hendrik Old upplýsti eisini, at samgongan hevur eisini tosað um møguleikan at gera eina skipan, har tað verður mestsum ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar og at sigla við Strandferðsluni. Fyribils metingar vísa, at hetta fer at kosta 80 milliónir, so tað verður ikki beinanvegin, men hann heldur, at tað er eitt gott tekin, at spurningurin er tikin til viðgerðar.