Tað er nógv bíligari at lata tað almenna gera undirsjóvartunlar, enn at lata teir vera privatir.
Tað vísir kanning, sum Landsverk hevur staðið fyri.
Í sambandi við tunnil ímillum Toftir og Havnina og undirsjóvartunnil í Sandoy, hevur Landsverk staðið fyri kanning, um, hvat loysir seg best fíggjarliga fyri samfelagið.
Kanningin vísir, at verður Eysturoyartunnilin almennur, verður fíggingin munandi bíligari enn um hann verður privatur.
Skal eitt privat felag skal eiga og reka Eysturoyartunnilin, uttan at tað almenna á nakran hátt er uppií eitt nú ikki at veita trygd fyri fíggingini kann meirkostnaðurin mest sannlíkt koma at liggja millum 400 og 800 mió. krónur, alt eftir hvussu høg rentan á eini møguligari privatari verkætlan verður.
- Privata tunnilsloysnin kostar sostatt minst 40 prosent meira enn tann almenna loysnin.
Munurin sæst eisini aftur í prísinum fyri at koyra Ígjøgnum hann.
- Ferðaprísurin fyri ein almennan Eysturoyartunnil javnvigar á 37,80 krónur, men ferðaprísurin fyri ein privatan tunnil verður 79,00 krónur.
Sostatt verður tað 41,20 krónur dýrari at koyra ígjøgnum ein privatan tunnil enn ígjøgnum ein almennan tunnil
Men verður Eysturoyartunnilin gjørdur sum ein almenn loysn, eru góðir møguleikar fyri at lata hendan fíggja ein møguligan Sandoyartunnil.
Hetta kann gerast við at seta ferðaprísin í báðum tunlum til 67 krónur.
- Tunnilsgjald er ikki einasta loysnin at tryggja inntøkur til afturgjaldingina av nýggjum undirsjóvartunlum. Ein annar møguleiki er at leggja eyka avgjald á brennievni og ein triði at hækka vegskattin á øllum akførum.
- Høvuðsorsøkin til, at ein reint privat verkætlan verður nógv dýrari, er, at útlánsrentan verður munandi hægri, tí fíggingarstovnar meta váðan at vera munandi størri, enn tá tað almenna heilt ella lutvíst veitir trygd fyri fíggingini.