Nógv børn deyð í Burma

Talsmenn hjá ST bera ótta fyri, at serliga nógv børn eru deyð av melduródnini, sum herjaði Burma fyri skjótt 14 døgum síðani. Alment verður sagt, at 62 .000 fólk eru deyð, men ST heldur, at tað veruliga talið mann vera um 100.000, og av umleið 40 prosent av teimum vóru børn.

 

Samstundis hevur UNICEF gjørt vart við, at børn, sum hava mist foreldrini, og sum eru í neyðhjálparlegum, eru ofta í stórum vanda fyri at blíva misnýtt kynsliga.

 

-Okkara upplýsingar benda á, at tað eru rættiliga nógv vaksin og fá børn í neyðhjálparlegunum, sigur ein talsmaður hjá hjálparfelagsskapinum Care við Reuters.