Nógv børn hava skurvutar hendur

Norska Fólkaheilsuráðið hevur nú broytt síni tilmæli um vasking av hondum, eftir at fleiri børn og ung hava fingið trupulleikar við húðini.

 

Norska Fólkaheilsuráðið hevur nú broytt síni tilmæli um hondvask hjá børnum og ungum. Hetta hendir, eftir at fleiri børn kæra seg um skurvuta húð. Endamálið er, at sóttreinsan av hondum í ávísan mun skal kunna brúkast í staðin fyri vasking við sápu, sum kann taka fast upp á hendurnar. 

Eisini læknar í Noregi hava gjørt vart við, at summi børn hava vaskað hendur so ofta, at hendurnar eru vorðnar sárar, og bruni er komin í sárini. Í Noregi hava eisini ymisk feløg gjørt vart við hetta, og millum hesi eru eitt nú Psoriasis- og Eksemfelagið.

Leiðarin fyri Norsk Forening for Allmennmedisin, Marte Kvittum Tangen, heldur, at vit í ringasta føri kunnu vænta ein vøkstur av tilburðum við hondeksemi millum børn. Hondeksem er ikki bara er pínufult, men tað økir eisini um vandan hjá børnum fyri bruna.

Nýggju ráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru í størri mun at brúka evni til sóttreinsan til hendurnar heldur enn sápu, um hendurnar ikki eru sjónliga skitnar. Sóttreins til hendur er ofta mildari fyri húðina enn sápa, og hetta er skjótt at smyrja á.

- Hondvask við lunkaðum vatni og sápu eigur at verða brúkt, tá næmingar koma í skúla, eftir fríkorter, tá hendurnar eru sjónliga skitnar - og altíð eftir, at børn hava verið á wc. Tað er ikki neyðugt við bæði hondvaski og sóttreinsan samstundis.

Sambært ráðunum, sum vóru galdandi fram til hin 15. mai, skuldu børn altíð vaska hendur, áðrenn farið varð heimanífrá; tá tey komu í barnagarð ella skúla, um tey hostaðu ella njósaðu, eftir at hava verið á wc, fyri og eftir máltíðir, eftir at tey høvdu verið úti og spælt, og tá hendurnar annars vóru skitnar.

Norski húðlæknin, Teresa Løvold Berents, sigur, at hondspritt er mildari við húðina enn hondvask við sápu. Hon vísir eisini á, at fólk eiga at velja hondspritt, sum eisini hevur bloytandi evni í sær sum glyserol. Húðlæknin viðmælir at brúka linkrem, sum er feitari til tess at fyribyrgja turrari húð og menning av eksemi.

Húðlæknin mælir til at brúka linkrem ella vætukrem fleiri ferðir um dagin, serliga morgun og kvøld - eftir at hendurnar eru vaskaðar og annars, tá húðin kennist turr.

##med2##