Nógv børn og ung hugsa um sjálvmorð

Hvønn einasta dag leggja ráðgevararnar hjá Barnabata oyrað til neyðarróp frá børnum og ungum, sum hava tað so ringt av kynsligari misnýtslu, einsemi, happing og hjartasorg, at tey hugsa um sjálvmorð

Børn og ung, sum hava roynt at taka lívið av sær, ella sum hava hugsað um sjálvmorð

Børn og ung, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu.

Børn og ung, sum hava tað ringt, at tey meiðsla seg sjálvi.

Hetta er dagligur kostur hjá ráðgevarunum, sum arbeiða í “Tú & Eg” ráðgevingini hjá Barnabata, sigur Alice Simonsen, samskipari hjá Barnabata.

Higartil í ár hava 523 børn og ung í svárari sálarligari neyð ringt til “Tú og Eg” ráðgevingina hjá Barnabata at leita sær hjálp.

Í alt fjør vóru tað 749 børn og ung, sum vendu sær til ráðgevingina.


Nógv álvarsligari í ár

- Hóast tey, sum leita sær hjálp hjá ráðgevingini hjá Barnabata, ikki eru vaksin í tali í ár, aftur ímóti í fjør, er tað kortini ein týðiligur munur á 2007 og 2008, sigur samskiparin hjá Barnabata.

Og tann munurin er, at tey, sum hava ringt til ráðgevingina í ár, hava álvarsligari trupulleikar at dragast við, enn tey høvdu, sum ringdu í fjør.

- Í ár hava tað verið fleiri, sum hava leitað sær hjálp, tí tey hava tað so ringt, at tey hava hugsað um sjálvmorð, ella beinleiðis hava roynt at taka seg av døgum.

- Í ár eru tað munandi fleiri, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu enn tað vóru í fjør og tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum hava so svárar sálarligar kvalir, at tey meiðsla seg sjálvi við at skera seg við knívi, glasbrotum og øðrum, hvøssum amboðum, brenna seg sjálvi, ella hava annan sjálvskaðandi atburð.

- Tey, sum ringja, hava eisini mangan fleiri ymsar trupulleikar at dragast við, og tí er talið á trupulleikum væl hægri enn talið á teimum, sum ringja.

Alice Simonsen sigur, at av tí, at talan er um so nógvar álvarsligar trupulleikar, og at trupulleikarnir eru meiri samansettir í ár, enn teir vóru í fjør, tekur hvør ráðgeving í ár eisini munandi longri tíð, enn hon gjørdi í fjør.

- Har talan er um álvarsligar trupulleikar, sum umfata kynsliga misnýtslu, sjálvmorðstankar og sjálvskaðandi atburð, brúkar hvør ráðgevari í miðal hálvan annan tíma upp á hvørt barn ella hvønn ungdóm, sum ringir.


Kenna seg trygg

Samskiparin í Barnabata hevur onga eintýðuga forkláring upp á, hvussu tað ber til, at tey børn og ung, sum venda sær til ráðgevingina í ár, hava munandi svárari trupulleikar at stríðast við, enn tey høvdu í fjørð.

- Ein orsøk kann vera, at børnini og tey ungu eru vorðin tryggari við ráðgevingina enn tey hava verið og tí brúka hana meiri.

Alice Simonsen sigur, at ráðgevararnir, sum sita við kjattin og telefonina, gera eisini alt fyri at skapa álit ímillum seg og tann, sum ringir.

- Vit taka okkum ta tíðina, sum krevst, og vit eru nærverandi alla tíðina, samrøðan varir. Tað ger, at tey, sum ringja, føla, at tey verða tikin í fullum álvara við teirra trupulleikum.

Alla ta fyrstu tíðina,”Tú & Eg” ráðgevingin var, vóru tað mest gentur, sum ringdu, men hesa seinastu tíðina hevur gongdin verið tann, at fleiri og fleiri dreingir eisini eru farnir at ringja at leita sær ráð fyri trupulleikum av ymsum slag.

- Vit eru glað fyri, at dreingir eisini kenna seg meira og meira tryggar við at seta orð á sínar trupulleikar, sigur samskiparin hjá Barnabata.


Mest uppundir jól

Tað vísir seg eisini, at tær flestu umbønirnar til ráðgevingina hjá Barnabata um hjálp, eru komnar í oktober og november.

- Bara síðani 1.oktober í ár til í gjár, høvdu 149 børn og ung leitað sær hjálp hjá ráðgevingini, so tað er eitt stórt tal. Í oktober í ár hava 82 børn og ung leitað sær hjálp hjá ráðgevingini og frá 1. november til í gjár, høvdu 67 ung verið í sambandi við ráðgevingina.

Hví so er, hevur hon samskiparin onga forkláring upp á.

Tað kann ikki vísast á, at rúsdrekkamisnýtsla er beinleiðis orsøkin til, at børn og ung ringja hetta tíðarskeiðið. Trupulleikar við rúsdrekka í sambandi við jólaborðhaldini og tilstundandi høgtíðina, eru ikki orsøkin til at børn og ung leita sær hjálp hesa árstíðina.

Men fyri tað, kann væl vera, at tað er ein undirliggjandi trupulleiki, tí tað er merkisvert, at tað er mest brúk fyri ráðgeving hesa árstíðina, sigur Alice Simonsen.

Børn og ung nívd av svárum trupulleikum


Higartil í ár hava 523 børn og ung vent sær til ráðgevingina hjá Barnabata og niðanfyri nevna vit nakrar av trupulleikunum, sum hevur nívir tey. Fyrra talið, sigur, hvussu nógvar áheitanir eru komnar í 2008 og í klombrum stendur, hvussu gongdin er frá í fjør.

Happing.30 (Lækking)

Sjálvskaðandi atferð: 34 (Munandi hækking)

Kynsligur ágangur:41 (Munandi hækking)

Sjálvmorðtankar/-roynd19 (Hækking)

Kynslív: 85 (Lækking)

Einsemi: 35 (Munandi hækking)

Manglandi sjálvsálit: 26 (Hækking)

Kroppur og heilsa:56 (Lækking)

Forelskilsi og kærleikslív:77 (Lækking)


Sum tað sæst, eru talið á teimum, sum hava heilt álvarsligar trupulleikar at dragast við, hækkað í ár aftur ímóti í fjør. Nevnast kunnu beinleiðis lívshóttandi trupulleikar, eitt nú sjálvmorðsroynd, sjálvmorðstankar, umframt sjálvskaðandi atburður og kynslig misnýtsla.


Tú & Eg ráðgevingin

Tað eru tríggir møguleikar hjá børnum og ungum at koma í samband við “Tú & Eg ráðgevingina hjá barnabata.

Tað ber til at skriva, at ringja ella at kjatta beinleiðis við ein ráðgevara.

Ráðgevingin er opin mánadag og hósdag frá klokkan 14 til 22.

Telefonnummarið er 80 70 10.

Ráðgevingin púra dulnevnd. Tað merkir, at tað er ikki neyðugt hjá teimum, sum ringja, at siga, hvussu tey eita.

Tá ið tey kjatta við ein ráðgevara, er tað eisini í fullum trúnaði, so at ongin fær at vita, hvør tað er, sum kjattar.

Ráðgevararnir hjá “Tú & Eg” ráðgevingini, brúka nógva orku upp á at svara teldubrøvum.

Øll brøv og svør verða løgd á heimasíðuna, og tað er ein uggi hjá nógvum børnum og ungum at síggja, at tey eru ikki einsamøll við sínum trupulleikum og tað hjálpir teimum at lesa brøv hjá øðrum

Kjatturin verður nógv brúktir, serliga tá ið talan er um álvarsligar trupulleikar og tað hevur avgjørt sínar fyrimunir, tí tá er barnið, ella tann ungi í beinleiðis sambandi við ráðgevaran og fær svarið beinanvegin.

Annars fæst alt at vita um ráðgevingina á ungdómsportalinum hjá Barnabata, sum er at finna á www.eg.fo. 

les eisini greinina: Álvarsligur smeitur fyri børn og ung í svárari neyð






-