Nógv brosma og longa á marknaðinum í dag

Fiskamarknaður Føroya seldi góð 260 tons á uppboðnum í dag, og meginparturin var borsma og longa. Av brosmu vóru næstan 100 tons, og meðalprísurin lá úr 5,00 krónum fyri ta smáu brosmuna og upp í 7,90 krónur fyri ta stóru.

Fiskamarknaðurin seldi næstan 90 tons av longu í dag. Besti meðalprísurin var 13,24 krónur fyri longu II, og tann stórsta longan fór fyri 13,15 krónur í meðal fyri kilo.

Góð 20 tons av toski vóru á marknaðinum í dag., og meðalprísurin á tí stórsta toskinum var 21,47 krónur. Nakað av hýsu var eisini, góð ellivu tons, og besti meðalprísurin var 14,65 krónur fyri kilo.