Nógv er broytt í Hoyvík

Hondbóltur - Tað eru gott og væl 18 mánaðir síðan, at hoyvíkingar lótu seg fagna sum føroyameistarar. Nú vilja hoyvíkingar vita, hvussu keðiliga gongdin verður vend

Meðan kollfirðingarnir á áskoðara­plássunum klappaðu, róptu og fagn­aðu sínum málskjútta, royndu hoy­víkingar at greiða hvør øðrum frá, hví tað gekk so galið.
Meðan fáir hoyvíkingar klapp­aðu, róptu og fagnaðu sínum mál­skjúttum, royndu hinir hoy­víkingar at greiða hvør øðrum frá, hví tað gekk so galið.
Tað var í royndu og veru prát um besta mansliðið í Hoyvík, sum var fremst í huganum hjá hoy­víkingum seinasta hálvan tíman av dystinum.
Tað eru gott og væl 18 mánaðir síðan, at føroyameistarasteypið varð handað Halgiri Dahl-Olesen. Steypið staðfesti, at Hoyvík átti besta hondbóltsliðið í landinum.
Støðan er ein heilt onnur í dag.
Liðið er broytt munandi. Halgir Dahl-Olesen, Bárður Brimvík, Janus Søresen, Johan Hofgaard, Regin Joensen og Danni Syhler eru ikki knýttir at hópinum longur, umframt at Kári Nielsen hevur takkað fyri seg sum venjari.
Nøvnini, sum hava loyst av, eru Rógvi Sørensen, Hans Kári Hansen, Sigmund Nolsø, Rúni V. Højgaard og aðrir. Tað eru ikki spælarir, sum eru til reiðar at gera seg galdandi í bestu hondbóltsdeildini av álvara enn.
Aftaná gullrúsin og gullárið, var H71 aftast í røðini av seks liðum í fjør.
Tað eru ábendingar um, at hoy­víkingar fara heldur ikki at bjóða ovastu liðunum av í hesum kapp­ingarárinum.
Tað staðfestu kollfirðingar, sum vunnu greitt og uppiborið í høllini í Hoyvík leygardagin.
H71 hevur einki stig fing­ið fyri fyrstu tveir landskapp­ingar­dyst­irnar.

Óroyndir
Tað var lítið veiggj í hoyvíkingum.
Serliga í álopsspælinum gekk illa. Heimaliðið gjørdi fleiri púra óneyðug mistøk, sum høvdu við sær, at gestirnir sluppu aftur og aft­ur í skjótálop.
Levi Nybo vardi málið hjá H71. Hann stóð framúr væl undan steðg­inum. Málverjin vardi fyri fleiri at­sókn­um, og tað var orsøkin, at leiðslan var ikki størri enn TRÝ! mál í hálvleikinum.
KÍF var á odda so at siga alla­tíðina, hóast kollfirðingarnir mis­nýttu fleiri upplagdar møguleikar.
Aftaná hvíldina runnu gestirnir undan, og munurin øktist millum lið­ini.

Skulu hava tol
Føroyameistarar hava tað oftast trupult.
Umstøðurnar hjá venjaranum vóru ikki av teimum bestu í fjør. Nakrir av stuðulsleikarunum takk­aðu fyri seg. Menn komu ikki í mans stað.
Nú skulu ungir hoyvíkingar taka við ábyrgd. Unglingar eru sjáldan støðugir í sínum avrikum í fleiri dystir upp í slag, og tí er helst neyð­ugt hjá hoyvíkingum at brynja seg við toli.
Tað verður helst ikki í hesum kapp­ingarárinum, at H71 fer at bjóða oddinum av.
So komandi mánaðirnar fara hoy­víkingarnir á síðulinjuni helst at práta um, hvussu liðið aftur kann vinna dystirnar.