Nógv er hent seinasta árið

2. apríl hevði Alzheimersfelagið ársaðalfund. Á skránni var nevndarval, eins og tikið varð samanum arbeiðið, sum er framt innan økið seinasta árið. Niðurstøðan var, at nógv er hent, men at tað framvegis er sera langt á mál

Á aðalfundinum varð nevndin í Alzheimersfelagnum øll endurvald, og hon skipaði seg soleiðis. Sigrun Mohr, formaður, Sofus Joensen, næstformaður, Randi Absalonsen, kassameistari, Siborg Arge, skrivari og Erna Háberg, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Unna Næs Petersen og Joan Árting.
Hvat er hent?
Á fundinum varð eisini tikið samanum málsetningin, ið varð settur á seinasta aðalfundi, og hugt at um málini, ið tá vórðu sett, eru nádd. Tá setti felagið sær í kortið, at:

1. Vit skuldu skipa fyri skeiðum fyri avvarðandi.
2. Vit skuldu skipa fyri evnisdegi saman við bý- og bygdaráðum.
3.Vit vónaðu, at demensmiðstøðin varð veruleiki.

Í oktobur varð skipað fyri skeiði fyri avvarðandi. Tá ið av tornaði, høvdu so nógv teknað seg, bæði avvarðandi og starvsfólk innan demensøkið, at neyðugt var at býta tey upp í tveir bólkar. Sum altíð, tá ið Elsa Zachariassen hevur undirvíst, vóru fólk vælnøgd.
Hyggja vit at øðrum arbeiðssetningi okkara, at skipa fyri evnisdegi saman við bý- og bygdarráðum, kunnu vit tíverri bara staðfesta, at her er millum lítið og einki hent enn. Ætlanin er ikki slept, tørvurin er ikki minni, enn hann var fyri einum ári síðan, men ein orsøk er at finna í, at mestsum øll okkara arbeiðsorka er farin til hjartabarn okkara, nevniliga tað triðja málið, ið felagið setti sær á seinasta aðalfundi: Demensmiðstøðin. Vónandi fer felagið tó at kunna skipa fyri tílíkum evnisdøgum komandi árið.
Men miðstøðin fyri minnisveik er nú vorðin veruleiki, hóast tað leingi sá svart út. Um eitt gott ár er verkætlanin liðug, og fyri okkum hevur tað stóran týðning, at henda roynd eydnast væl, bæði fakliga og fíggjarliga.
Fakliga gongur, sum tað skal, vit hava dagliga vitjandi, sum tykjast trívast væl, og avvarðandi eru fegin um tiltakið. Fíggjarliga skal tað eisini eyðnast, og nevndin fyriskipar ymisk tiltøk, ið skulu fáa fatur á tí, ið restar í, so at ætlanin kann fullfíggjast. Vit halda hetta verða eina sera spennandi verkætlan, sum, tá ið hon endar í 2006, m.a. skal leggjast fyri ta Norðurlendsku ráðstevnuna, ið føroyska Alzheimerfelagið verður vertur fyri her í Føroyum.
Skulu vit taka samanum, hvat er hent innan demensøkið síðan seinasta aðalfund, so kunnu vit staðfesta, at hóast alt hendir rættiliga nógv. Um stutta tíð letur Heimið við Vallalíð upp, og vóna vit, at hetta heimið fær eina góða byrjan. Fyrr í ár lat Tjarnargarður upp. Tjarnargarður er ellisheim, har pláss er fyri 12 búfólkum. Aftur at tí er dagtilhald við plássi fyri 16 heimabúgvandi fólkum við demens. Ætlanir eru um at útbyggja Tjarnargarð, so pláss verður fyri fleiri, sum hava tørv á hjálp. Eisini úti á bygdunum verður tikið stig til bygging av sambýlum og ellis- og røktarheimum. Men vit mugu sjálvandi halda á at gera vart við okkum, so korini gerast betri hjá hesum fólkum, ið eru so illa fyri. Tað er sera umráðandi, tá ið bygt verður, at hava í huga, hvussu fólk eru fyri likamliga, sálarliga og andaliga, tá ið avgerð verður tikin um, hvussu tey skulu búgva, og hvørjum tey skulu búleikast saman við.
Tørvur á kunning
Tað er framvegis stórur tørvur á at kunna um sjúkuna. Vit hava eisini fingið áheitanir um at skipa fyri skeiðum og ymiskum øðrum fyri at útbúgva fólk, upplýsa um sjúkuna, at greiða fólki frá sjúkueyðkennum, og hvussu tú skalt vera um tey sjúku. Tórshavnar Býráð hevur nú eisini lýst við skeiði og tikið stig til at útbúgva nýggjar demenssamskiparar.
Eisini starvsfólki innann serforsorgina hevur tørv á kunning, og miðstøðin hevur fingið áheitan frá ser-forsorgini um at skipa fyri skeiði fyri starvsfólkinum har.
Nevndin fyri Alzheimerfelagið setti seg í samband við Nørrebros erindringscenter um at skipa fyri skeiði um reminiscens í Føroyum. Hetta er ein arbeiðsháttur, har ið sansirnir hjá tí einstaka verða stimbraðir við lutum við ymiskum skapi, tilfari og innihaldi ella við lesnaði, frásøgn og sangi. Hetta hevur víst seg at geva góð úrslit aðrastaðni.
Hesum játtaðu tey, og hevur felagið Synergi eftir áheitan frá okkum tikið sær av øllum tí praktiska hesum viðvíkjandi. Skeiðið verður veruleiki, um nóg nógv tekna seg. Nóg nógv eru minst 30. Hetta, at skipað verður fyri skeiðum í Føroyum, er eitt gott og bíligari høvi hjá starvsfólki innan eldraøkið at dagføra sína vitan, og vóna vit sjálvandi, at undirtøkan verður góð.
Væntandi verður lýst við einum øðrum skeiði um stutta tíð. Tað er tann navnframa danska Jane Verity, búsitandi í Australiu, sum kemur henda vegin. Hon er eitt av undangongufólkunum innan demensøkið. Umframt at hava skeið fyri fakfólki í tveir dagar fer hon at halda ein almennan fyrilestur.
Altjóða demenstiltøk og -skeið
Á norðurlendska ársfundinum sum í fjør varð hildin í Kalmar í Svøríki, varð m.a. avgjørt at fara undir nýggja verkætlan við fíggjarligum stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Henda verkætlan lýsir, hvussu góð dagumlætting fyri fólk við demenssjúkum kann skipast. Arbeiðið er liðugt, nú skal faldarin týðast til øll tey norðurlendsku málini, og úrslitið verður lagt fram á norðurlendska fundinum í Álandi í døgunum 19.,20. og 21. mei í ár. Tvey umboð frá okkara felag verða við.
Demensdagarnir, sum verða hildnir í Bella Centrinum á hvørjum ári, verða í døgunum 8. og 9. mei í ár. Hetta er sera áhugaverd ráðstevna, har alt tað nýggjasta innan demensøkið verður lagt fram, evni í ár er: Kunnleiki og samstarv. Fyriskiparar eru "Hukommelsesklinikken" á Ríkissjúkrahúsinum og tað Danska Alzheimerfelagið. Vit verða ætlandi við har við tveimum umboðum fyri okkara felag.
Á hvørjum ári hava demenssamskiparar ársfund í Danmark, har føroyskir demenssamskiparar sleppa við á jøvnum føti við danskar. Hetta er eitt forum, har alt tað nýggjasta verður tikið fram og viðgjørt. Eitt umboð frá Miðstøðini var tí við á hesum fundi, og ætlan okkara er, at ein fer á fundin komandi heyst.
Virkisætlan komandi árið
1.Felagið skipar fyri skeiðum fyri avvarðandi.
2.Skipað verður fyri evnisdegi saman við bý- og bygdaráðum.
3.Arbeiðið við Miðstøðini fyri minnisveik heldur fram.
4. Norðurlendski fundurin í Føroyum 2006 skal fyrireikast.

eys