Tann stóri dagurin á Heystfagnaðinum á Eiði er í dag, og á middegi varð tiltakið sett í neystinum hjá Nielsi Emil.
Sambært skránni fara tey nú í holt við at fletta eina kúgv Eysturi á Hamri, og út á seinnapartin í dag verða mong ymisk tiltøk við eitt nú verkstøðum, djóragarði, listaframsýning og søluframsýning.
Seinnapartin í dag verða eisini ymiskar kappingar, og klokkan 18 verður innleiðandi kapping í fletting, og finala verður í flettikappingini klokkan 20.
Annika Hoydal fer at syngja í neystinum hjá Nielsi Emil klokkan 19, og klokkan 21 fara Hjarnar at spæla í sama neysti.
Í kvøld klokkan 22 verður seyðauppboðssøla, og klokkan 23 verður felagssangur í neystinum hjá Nielsi Emil við Finni Koba, og aftan á verður føroyskur dansur.
Á midnátt fara Sunrise at spæla til ókeypis dans í tjaldinum.
Í morgin verður sunnudagsskúli í Mizpa og gudstænasta í Eiðis kirkju.
Seinnapartin sunnudagin verður gongutúrur, heystbingo í ítróttarhøllini, og í annaðkvøld klokkan 18 fer 6. flokkur í Eiðis skúla at skipa fyri bingo í ítróttarhøllini.