Bygdarstevna er í Hvalba í dag, leygardagin og sunnudagin. Fyrsta tiltak á skránni var longu í gjárkvøldið, tá skipað varð fyri sjavskapping.
Í dag - dýra biðidag - er nógv ymiskt á skránni, og sambært skránni fyri dagin varð longu lagt til brots við havsvimjing í morgun klokkan 9.30. Nú klokkan 11.15 er skrúðgonga frá Roynhøllini og vestur á skúlastykkið undir Gamla skúla.
Tað verður Elsa Birgitta Petersen, sum klokkan 11.30 fer at flyta fram røðu og fer at seta bygdarstevnuna við Gamla skúla í Hvalba.
Klokkan 12.30 í dag verður barnagudstænasta í Hvalbiar kirkju við Jens Mortan Mortensen, presti, og fótbóltur verður á skránni klokkan 13, tá Royn og EB/ Streymur fara at spæla dyst í 2. deild. Klokkan 14 í dag verður skattajakt fyri børn og ung. Hetta er eitt ókeypis tiltak, har møtt verður í Roynhøllini.
Í tímunum frá klokkan 14-17 í dag verður tivoli í Royn-høllini, og her verður nógv ymiskt á skránni, eitt nú dart-pílakast eftir ballónum, bóltkast eftir blikkum, bóltkast eftir tallerkum, fiskibrunnur, hoppiborg, poppkorn, ballónir og ymiskt annað.
Í Royn-høllini verður møguleiki at gita, hvussu langur ein ávísur stavur er, og her verður høvi at vinna eitt vikuskifti á Hotel Føroyum. Eisini verður søla av lutaseðlum, har høvi eitt nú verður at vinna eina ferð fyri tvey til Danmarkar við Atlantic Airways.
Onnur ting, sum eru á skránni á bygdarstevnuni í Hvalba í dag, eru rossaríðing, tornado-túrur á Hvalbiarfirði, rørslutiltak, modellbátar á Heygsvatni og eisini verður útimøti við Gamla skúla.
Leygardagin, 23. apríl, sum er í morgin, verður eisini nógv ymiskt á skránni á bygdarstevnuni í Hvalba, sum In.fo fer at venda aftur til seinni í dag.