- Nógv fólk eru rættiliga nervøs og kedd.
Tað staðfestir Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimer felagnum.
Síðani tosið um sparingar á eldraøkinum enn einaferð fór at taka seg upp, hava nógv fólk verið í samband við Alzheimerfelagið um støðuna.
Í sambandi við sparingarnar hesa ferð, var ætlanin at skerja náttarvaktir, so at ein náttarvakt skuldi hava ábyrgdina av nógv fleiri fólkum enn annars
- Tí er tað sjálvsagt, at vit mótmæltu, staðfesti Halldis Joensen á fundi í Alzheimer felagnum nú eitt kvøldið.
Tann parturin av sparingunum var eisini tikin aftur.
Okkara størsta avbjóðing
Men fyri tað er støðan á økinum als ikki nøktandi, heldur Halldis Joensen, tí tað er ”ófatiliga nógv” at fáa í rættlag.
Hon er sannførd um, at minnisveik er eitt øki, har útreiðslurnar fara at eksplodera hesi næstu árini.
- Tey minnisveiku verða okkara størsta avbjóðing hesi næstu árini. Tað eru ikki bara gomul, sum verða minnisveik. Í dag síggja vit fólk niður í 40-50 ár, sum verða minnisveik.
- Tá ið vit hugsa um minnisveik, hava vit oftast hugsað um gomul fólk. Men veruleikin er, at hetta er ikki ein aldurdómssjúka.
Hon heldur, at hetta er ein so stórur og serligur bólkur, at tað eigur at verða eitt serøki fyri seg sjálvt, og eigur ikki at verða ein partur av vanligu eldrarøktini.
Eitt er tað, at tey fakfólk, sum skulu vera um tey minnisveiku, skríggja eftir vitan um øki.
At vera um minnisveik er ein heilt serlig avbjóðing, tí tað er ikki sum at vera um onnur eldri.
Tað eru fleiri sløg av demens, har Alzheimer bara er eitt slag og tískil er neyðugt hjá starvsfólki á bústovnum at hava eina holla vitan um demens, eitt nú í sosialpedagogikki.
- Tað er eitt ógvuliga vitanartungt øki, sigur Halldis Joensen.
Ongin kensla av tíð og staði
Halldis Joensen vísur á, at minnisveik missa kensluna av bæði rúmi, tíð og staði.
Tey hava ikki fatan av nátt ella degi. Tey kunnu fara upp á miðjari nátt, tí tey halda, at tað er morgun og tað tekur sína tíð at fáa tey at leggja seg aftur í øllum góðum.
Á heiminum í Vallalíð, har Halldis Joensen er leiðari, hava tey eisini verið úti fyri, at tá ið starvsfólk komu inn á kamarið hjá einum manni ein morgunin, hevði hann pakkað alt kamarið niður, bæði sjónvarp og hvørt nikk og prikk, tí hann skuldi flyta.
- Og tað er nevniliga støðan hjá minnisveikum. Minnisveik flyta ikki inn inn á bústovn, tí teimum bagir nakað likamligt. Tey flyta av eini einastu orsøk og tað er hjávera, tí tey kunnu ikki vera einsamøll.
- Minnisveik kosta hjáveru 24 tímar um samdøgurið, sigur Halldis Joensen.
Tað merkir, at allan dagin eigur tað av røttum at vera trý starvsfólk fyri hvørji trý búfólk.
Men tað røkkur játtanin hjá stovnunum í Føroyum als ikki til.
Avvarðandi slept upp á fjall
Men ein partur í sambandi við minnisveik, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um, eru tey avvarðandi, sum eru slept upp á fjall.
- Hesi árini, eg havi arbeitt við minnisveikum, eisini sum forkvinna í ALzheimerfelagnum, havi eg fingið nógv samband við avvarðandi, sigur Halldis Joensen.
- At verða avvarðandi hjá einum minnisveikum, er ein ófatiliga stór sorg. Eg má siga, at tað kom óvart á meg, hvussu ófatiliga stór sorgin er.
- Tað heilt serliga við hesari sorgini er, at missurin er yvir fleiri ár og sorgin er hareftir.
Halldis Joensen heldur avgjørt, at tað átti at verið ein almenn uppgáva at tikið sær av teimum avvarðandi hjá minnisveikum.
Alzheimerfelagið hevur havt hjálparbólkar fyri avvarðandi. Tey hava roynt at fáa hesar bólkar undir tað almenna, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Í hesum bólkum verða avvarðandi undirvíst í, hvat tað er at vera minnisveik og, hvussu sjúkan er og, hvussu tey kunnu vera um tann minnisveika.
Halldis Joensen saknar avgjørt, at vit fáa eina eldralóg fyri, hvørjar tænastur, vit í minsta lagi eiga at veita eldri og minnisveikum.
Men hon staðfestir, at nú springar verða settar í verk, má og skal ovasta leiðslan í Almannaverkinum, og landsstýriskvinnan í almannamálum eisini gera teimum ymsu stovnunum greitt, hvørjar tænastur, skulu skerjast ella takast heilt burtur.
- Tað er heilt burturvið at áleggja leiðslunum á hvørjum einstøkum stovni at finna sparingarnar, hvør í sínum lagi.
- Tað eigur ovasta umsitingarliga- og politiska leiðslan at gera, annars vísa tey ikki ábyrgd, sigur forkvinnan í Alzheimarfelagnum.