Á stóru fiskivinnuráðstevnuni, har luttakararnir koma úr øllum verðinshornum, eru bæði fyrilestrar og kjak á skránni. Hósdagin var millum annað kjakast um stýrisskipanum í fiskivinnuni, og millum fyrilestrahaldarnar vóru Hjalti í Jákupsstovu. Tosað var um sambandið millum fíggjarligu og lívfrøðisligu viðurskiftini í fiskivinnuni, og um vinnan kann líta á tær metingar, ið verða gjørdar av stovnum.
Løgmaður fegnaðist um útlensku vitjanina
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setti ráðstevnuna, og hann segði millum annað í setanarrøðu síni, at hann fegnaðist um, at so nógvir útlendskir serfrøðingar tóku sær stundir at koma til Føroya at kjakast um viðurskiftini í alheims fiskivinnuni, og at hesir vildu greiða frá sínum royndum í vinnuni.
Í røðu síni segði løgmaður eisini, at í einum landi sum Føroyum er tað av stórum týdningi, at fiskivinnan verður stýrd við ábyrgd, tí at vinnan hevur so stóran týdning bæði fyri samfelagsbúskapin og vælferðarsamfelagið. Somuleiðis fegnaðist Jóannes Eidesgaard um, at hann var sera errin av, at okkara fiskidagaskipan hevur vakt so stóran ans í øðrum fiskivinnutjóðum, og at føroyingar altíð vóru klárir til at greiða frá sínum royndum við hesari skipan. Hann vísti á, at fiskidagaskipanin hevði vakt ans bæði millum politikkarar, granskarar og stjórar, og at hetta bert kann tulkast sum eitt herðaklapp tilokkum føroyingar.
Løgmaður segði eisini, at tað var umráðandi, at vit í Føroyum góvu okkum stundir til at lurta og læra av royndunum hjá øðrum, soleiðis at vit altíð eru klár til at broyta bygnaðin í okkara fiskivinnu í mun til gongdina í fiskarínum. Jóannes Eidesgaard segði, at fiskivinnan er so mikið viðbrekin, at tað er umráðandi, at ein fiskivinnutjóð sum Føroyar altíð er klár til at tillaga seg umstøðurnar.
Ongastaðnis í heiminum er stýringin av fiskivinnuni læst fast eftir einum leisti, og at tað heldur ikki eigur at verða so, segði løgmaður. Hann helt, at lykilin til eina burðardygga fiskivinnu í framtíðini eigur at verða, at mann dugir at tilpassa hegnisliga stuttfreistaðu umstøðunum, samstundis sum mann leggur ætlanir fyri framtíðina.
At enda í røðu síni nýtti Jóannes Eidesgaard høvi til at takka mongu útlendsku gestunum fyri at koma hagar, og eisini takkaði hann fyriskiparanum, Óla Samró, fyri hansara avrik í at fyriskipa eina so viðkomandi ráðstevnu her í Føroyum.
Endaði í gjár
Ráðstevnan, ið var hildin á Hotel Føroyum, endaði á miðdegi fríggjadagin. Fríggjamorgunin vóru fyrilestrar hildnir um fíggjarviðurskiftini í fiskivinnuni, og millum annað hevði Kolbjørn Giskeødegård, leiðari fyri fiskivinnudeildini hjá Nordea bankanum í Noreg, ein fyrilestur.
Á ráðstevnuni var dúgliga kjakast um viðurskiftini í fiskivinnuni bæði í Føroyum og í øðrum fiskivinnutjóðum, og nakað av hesum fara vit at venda aftur til her í blaðnum í komandi viku.