Nógv fólk hava ringt til løgregluna við ávaringum um stormskaðar

Óveðrið er longu brostið á og fólk hava tikið fráboðanina um illveður í stórum álvara, sigur løgreglan.

Tað fyrsta illveðrið á hesum vetrinum, sum stendur fyri durum, nærkast Føroyum at álvara og tað verður yvir okkum seinnapartin í dag, og tað hæsar ikki av aftur fyrr enn út ímóti morgni aftur.

Tað verður ringast í kvøld og tíðliga nátt, tá ið danska veðurstovan sigur upp í 39 metrar um sekundið í hvirlunum.

Òveðrið er longu brostið á summastaðni, serliga í Suðuroy, har vindmátarin hjá Landsverki longu vísir 39,1 metrar um sekundið Í Hvalba, 37,3 metrar um sekundið á Porkerishálsi og 26,8 metrar um sekundið á Fámjinsvegnum.

Strandferðslan hevur longu bundið um heilan fingur, og hevur avlýst at kalla alt ferðasamband í dag, og tá ið farið er um miðdag, liggur at kalla øll samferðslan lamin til í morgin ári, bæði hjá skipum og bussum.

Men illveðrið kemur ikki óvart á okkum, tí veðurfrøðingar hava boðað frá hesum í nakrar dagar nú. Í hesum sambandi hava kommunur og bjargingarlið eisini heitt á fólk um at ansa eftir, at einki leyst liggur og sløðist, sum kann fúka í vindinum.

Og løgreglan sigur, at tey hava varhugan av, at fólk hava tikið hetta í allar størsta álvara.

– Tað eru nógv fólk, sum hava ringt til okkum at boða frá, at ymiskt liggur úti, sum kann verða tikið av vindi, og sum tískil kann elva til skaða, sigur løgreglan.

Tey siga, at talan er yvirhøvur um byggipláss av ymsum slagi, har fólk ávara um, at plátur, formar, byggipallar, og annað, stendur, sum kann fúka í vindi.

Løgreglan sigur, at tey royna so at fáa fatur á teimum, sum vara av fyri at fáa tey at fara á staðið at tryggja tað, sum kann fara, so at vandi ikki stendst av tí.