Í beinleiðis "Bátaradio"-sendingini hjá Rás2, sum var send seinnapartin gav Vilmund Jacobsen reportari hjá Rás2 sær eisini tíð til at vitja matartjaldið, sum er sett upp í samband við Bátahugnan, sum er í Hvalvík í dag.
Í tjaldinum prátaði Vilmund Jacobsen við tvey hjálparfólk, sum høvdu nóg mikið at síggja til.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðurnar Vilmund Jacobsen gjørdi við John Eikhólm, skeinkjara og við Eydnu í Homrum.
John og Eydna kunnu staðfesta, at nógv bátafólk hava verið í tjaldinum í dag at eta smyrjubreyð.