Nógv fólk í miðbýnum í Havn í góðveðrinum

Ein dagur á grynnuni hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, sigur seg vilja varpa ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum, og verður hildið fyri fimtu ferð í ár.

Og nógv fólk hava vitjað í Vágsbotni og í Tórsgøtu í morgun, har grillir og borð eru sett undir tjøldum. Har ber til at fáa ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað.

Fyritøkur úr øllum landinum hava básar á økinum, og borðreitt verður við mati og drykkivørum.

##ms##

Har ber millum annað eisini til at hvessa sínar knívar móti gjaldi.

– Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, er framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur til tiltakið, soleiðis at Ein dagur á grynnuni verður so umhvørvisvinarligt sum gjørligt, skrivaðu fyrireikararnir áðrenn tiltakið byrjaði.

Tiltakið byrjaði í morgun og verður opið til klokkan 16